EB/Streymur hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, tá liðið hóraði undan við góðum skoðsmáli frá eygleiðarum. Liðið endaði triðaftast, men spælið var mangan gott, og EB/Streymur argaði fleiri av teimum stóru liðunum.
Skála er á nýggjum beiti og skal fyri fyrstu ferð royna seg í bestu deildini. Hesin fyrsti dysturin var tó ein uppliving, sum leikararnir heldur vilja gloyma, tí EB/Streymur fekk einasta málið í teimum seinastu minuttunum eftir eina verjuvillu, sum ikki skal henda.
Trygvi Mortensen hevði til henda dystin flutt Andrzej Pacek fram í álopið, eftir at hann fyri tað mesta hevur spælt sum verjuleikari, ta tíðina hann hevur verið í Føroyum. Hann kom tó væl frá uppgávuni og fekk sigursmálið.
Pacek var á blettinum, tá ein langur bóltur verður sendur inn í brotsteigin hjá Skála. Máverjin Eugen Voda kemur út eftir honum, og Dánjal Hansen er eisini staddur hjá bóltinum. Tað sá ógvuliga vandaleyst út, men eingin teirra tók bóltin, og tá sníkti Pacek seg ímillum og skeyt bóltin uppum málverjan á tvørstongina og inn. Hvør hevði ábyrgdina av málinum er ilt at siga, men málverjin má kanska taka tað á sín kappa.
Hetta var ein sera dyggur smeitur fyri skálamenn, eftir at teir høvdu kempað manniliga á útivølli og hildið málið reint. Skála hevði eisini sínar møguleikar at skora, men áleypararnir høvdu ikki hepni við sær.
Skála var væl við
Tað var tó Skála, sum hevði tann fyrsta stóra málmøguleikan í dystinum, og hetta var ein møguleiki, sum ikki skal brennast. Eftir eitt innlegg kom Bogi Gregersen at standa væl fyri við handaru stong. Hóast hann stóð á málteiginum megnaði hann ikki fáa bóltin framvið Gunnari á Steig, sum aftur í ár verjir málið hjá EB/Streymi.
Skála var ógvuliga væl við ta fyrstu løtuna av dystinum, men sum hálvleikurin leið, var tað alt meira heimaliðið, sum fekk leikliga yvirvág. Lítil ivi var um, at Skála fór á vøllin fyri at verja tað eina stigið og síðani royna seg við skjótálopum, men tað eydnaðist ikki at verja stigið. Skála hevur eitt sera ungt lið, og bara tveir spælarar eru eldri 24 ár, og tí eru fleiri leikarar, sum ikki hava nakrar royndir frá fótbólti á 1. deildarstøði. Í dag mátti venjarin klára seg uttan Ronnie Hansen og Aleksandur Johansen, sum sótu uttanfyri við leikbanni.
EB/Streymur flutti spælið oman á hálvuna hjá Skála, og nakrir møguleikar spurdust eisini burturúr. Hans Pauli Samuelsen hevði ein risastóran møguleika, tá hann kom at standa væl fyri tætt undir málinum. Skotið fór to dygst framvið handaru stong. Knút Vesturtún hevði eisini ein høvdara, sum rakti tvørtræið.
Annars vóru liðini hampuliga jøvn fyri steðgin, men tá dómarin bríkslaði í gongd aftur, var tað EB/Streymur, sum hevði yvirvág í spælinum. Skála hevði lítið at bjóða uppá eftir steðgin, og hevði einans eitt skot á málið hjá Gunnari.
EB/Streymur skapti nú fleiri málmøguleikar. Sorin Anghel var sekur í at brenna tann størsta. Í fyrstu atløgu høvdaði hann bóltin á tvørstongina. Bólturin støkk útaftur til Sorin, og tá málverjin lá í málinum, var lag á manni at seta bóltin í netið. Men skotið hjá rumenanum fór uppum.
Júst tá tey flestu høvdu sligið seg til tols við einum javnleiki, lá Pacek framvið. Hann hevði eina langa tá á bóltinum, tá málverjin og verjuleikarin ikki samskiftu á nøktandi hátt. Hann skoraði sostatt einasta málið í dystinum.
Hetta mundi koma dátt við hjá skálamonnum, tí tað hevði verið hugaligari at farið av vøllinum við einum stigi. Sagt verður av Eiði, at EB/Streymur skapti fleiri málmøguleikar og serliga í seinna hálvleik hevði liðið greiða yvirvág. Málið kom tó eftir eina verjuvillu og ikki eftir ein av hinum stóru málmøguleikunum.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur ? Skála 1-0 (0-0)
1-0: Andrzej Pacek
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Kristian Carlsson ? Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Andrzej Pacek
Skála: Eugen Voda ? Bent Djurhuus, Pauli Poulsen, Dánjal Hansen, Arnold Berg ? Marius Joensen, Kári Nielsen, Rúni Rasmussen, Pauli Hansen ? Jonhard Frederiksberg, Bogi Gregersen