NSÍ-Skála
NSÍ steðgaði glæsiligu gongdini hjá Skála. Í góðveðrinum mikukvøldið, tá ið áskoðarafjøldin við Løkin var størri, enn hon nakrantíð hevur verið fyrr í ár, vann heimaliðið 2-0 á oddaliðnum. Harvið er NSÍ komið fram á heiðursmerkjapláss. Hugburðurin og avrikið ímóti Skála boðaðu frá, at NSÍ avgjørt má roknast millum teirra, sum eru við í FM stríðnum.
Serliga í fyrra umfarinum var heimaliðið greitt omaná. Teir vóru í einum geari hægri enn gestirnir. Skálamenn fingu ongantíð frið at fáa tamarhald á sínum spæli. NSÍ miðvøllurin arbeiddi hart og møtti mótstøðumonnunum langt frammi á vøllinum. Jústinus R. Hansen, Ian Højgaard og Aleksandar Jovevic vóru eyðsýndir á miðvøllinum, Brynjolvur Nielsen og Sjúrður Jacobsen bjóðaðu seg væl til í borðunum, og teir tríggir fremstu hjá NSÍ arbeiddu nógv.
Men leingi tóktist tað sum um, at Skála skuldi sleppa heilskapað burturúr 1. hálvleiki. NSÍ hevði fleiri deyðbóltsstøður, sum tóktust vandamiklar, men tað var sjáldan, at Igor Kostic í Skála málinum varð settur á stóru royndirnar, áðrenn hann skaddur noyddist at taka seg av vøllinum. 18 ára gamli Heini Kristiansen loysti hann av, uttan at hetta tóktist at nerva styrkina millum stólparnar nakað serligt.
Rættuliga avgerandi fyri gongdina var tað, at NSÍ fekk mál í síðstu royndini undan steðginum. Sum so ofta frammanundan so fangaði NSÍ miðvøllurin bóltin, tá ið Skála royndi at mynda álop í vinstru, har teir vóru væl tynnri hesa ferð, enn teir hava verið fyrr í ár. Aleksandar Jovevic legði bóltin fram um Skálaverjuna, Gert Langgaard fekk tak á, rann einar tjúgu metrar við trimum verjuspælarum í hølinum. Skála málverjin kom út ímóti og hálvbjargaði, men tað var ikki nóg gott av verjuspælarunum, at tað skuldi vera einsamalli NSÍ arin, ið fekk fatur á returbóltinum, og trillaði hann í tóma málið.
Harvið hevði NSÍ sinniliga yvirskotið undir hvíldini. Eftir steðgin fór leikferðin eitt sindur niður, og NSÍ tók seg eitt vet aftur og bíðaði. Tað bar við sær, at Skála hevðí bóltin meiri. Teir funnu betri hvønn annan, og teir vóru nakrar ferðir í NSÍ brotsteiginum. Men teir fingu ongantíð ferð á samanspælið, og teir gjørdu framvegis ov nógv mistøk. Dánial Hansen og Óli Hansen høvdu Jónhard Frederiksberg og Boga Gregersen í stuttum tjóðri, og Jens Martin Knudsen varð ongantíð settur á serligar royndir.
Ellivu minuttir undan leikloki varð alt avgjørt. Eftir deyðbóltsstøðu í høgru og út frá aftur, legði Brynjolvur Nielsen høgt inn um verjuna, sum var á veg fram. Á rangstøðumarkinum gjørdist innskifti Súni Fríði Barbá blankur og skoraði til 2-0.
Missurin kostaði
Hóast nógv er á skránni hjá NSÍ, so vóru teir væl upplagdir. Tá ið Ian Højgaard noyddist at fara skaddur av vøllinum, bilti tað ikki so nógv, tí avloysararnir vóru klárir at traðka til. Helgi L. Petersen og Jónstein Petersen vóru skjótir og ágangandi í borðunum, og fremstu menninir gjørdu tað, sum tað kann roknast við av álopsspælarum.
Skála spældi ikki so væl, sum teir hava gjørt í nógvu av undanfarnu umførunum. Tað var eyðsýnt, at liðið leið nógv undir, at miðvallar generalurin og liðformaðurin, Pauli G. Hansen, ikki var førur fyri at spæla, og at Alexandur Johansen heldur ikki var við. Hetta hevði fleiri umskipingar við sær, og tað gekk út yvir rútmuna í samanspælinum og tyngdina og hugflogið, tá ið álop skuldu myndast. Hóast Skála í 2. hálvleiki fleiri ferðir var í NSÍ brotsteiginum, so var ongantíð neyðugt hjá Jens Martini Knudsen at vísa, at tað framvegis er dugur í honum.
NSÍ avrikið boðaði frá, at teir ætla sær at vera við, har tað er hugaligt at stríðast í landskappingini og steypakappingini, og teir gjørdu eisini góða reklamu fyri sær sjálvum, áðrenn teir í morgin fara at spæla á heimavølli í Intertoto.
Hvørja ávirkan tapið fer at hava á Skála liðið fæst at síggja sunnudagin, tá ið teir fáa vitjan av EB/Streymi.