Skála setti aftur KÍ upp á pláss

KÍ-Skála 1-2 (1-1):
Hóast KÍ í 2. hálvleiki legði stórt trýst á mótstøðumálið, so vóru tað snildu kontra álopini hjá Skála, sum vóru tey vandamiklastu


LØGMANSSTEYPIÐ

Um knappar fýra vikur verður fyrsta umfarið í landskappingini á skránni. Tá fær KÍ vitjan av Skála. Um klaksvíkingar heldur vildu spælt fyrsta dystin á útivølli ímóti eitt nú B36, so er tað ikki at undrast á.
Leygardagin spældi KÍ fyri aðru ferð í ár ímóti Skála í steypakappingini. Fyri aðru ferð vann Skála, og harvið legði KÍ fyri aðru ferð rygg til sera eyðmýkjandi tap.
Skála vann 2?1. KÍ kom á odda, tá Heðin á Lakjuni sendi fríspark úr seytjan metrum uppum manngarðin og í málið. Lítla løtu seinni var uppskriftin nett tann sama, tá Alexander Johansen javnaði til 1?1.
Í 1. hálvleiki hevði yvirvágin hjá KÍ ikki verið serliga eyðsýnd. Eftir steðgin royndi heimaliðið at leggja trýst á gestirnar. Forloysandi málið kom ikki. So varð trýst uppaftur meiri, og sum 2. hálvleikur leið, var uppstillingin hjá KÍ alt meiri 2?4?4, meðan hon hjá Skála var 4?4?2.
Tað bar á tað borðið, at í hvussu so er eitt mál fór at koma. Ágangandi KÍ spælið hevði við sær, at fleiri spentar støður vóru í Skála brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Í hinum endanum vóru skálamenn einar fýra ferðir í uppløgdum støðum at fáa mál, tá teir fóru í kontra. Tað eydnaðist eina ferð. Jonhard Frederiksberg, sum er sera skjótur álopsspælari, ið fyri tað mesta hevur spælt í 4. deild, tá hann ikki hevur verið til skips, sendi um miðstrikuna millum beinini á Kurt Mørkøre, rann ímóti málinum og sendi framvið Meinhardti Joensen, tá KÍ málverjin fór út ímóti.
Innskifti Tummas Olsen fekk síðsta stóra møguleikan. Hann lyfti upp um KÍ málverjan, men eisini framvið málinum.
Avrikið var aftur ein staðfesting av, at KÍ hevur sera ilt við at spæla ímóti liðum, sum binda fyri í verjuni, og sum dúva upp á kontra møguleikar. Í fjør sást hetta í landskappingardystunum ímóti FS Vágum og EB/Streymi, og nú er tað longu tvær ferðir tvær ferðir staðfest ímóti Skála. Spurningurin er so, hvussu tað verður triðju ferð. Tað verður í Klaksvík í fyrsta umfarinum í landskappingini.

Liðini
KÍ hevði hesa byrjunaruppstillingina: Meinhardt Joensen ? Andrass Jacobsen, Kurt Mørkøre, Ove Nysted ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Hjalgrím Elttør, Fríðin Ziskason ? Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Heðin á Lakjuni.
Eftir steðgin kom Gunnleif Biskupsstøð inn í álopsplássið í høgru. Atli Danielsen fór í plássið hjá Harley Bertholdsen, sum fór í plássið, sum Fríðin Ziskason hevði verið í. Allan Joensen, sum tóktist hava stórar trupulleikar í rygginum, kom eftir stegðin í verjuplássið, sum Andrass Jacobsen hevði røkt. Erling Fles og Bárður á Lakjuni vóru á beinkinum, men teir komu ikki inn.
Hjá Skála var Eugen, sum mesta partin av árinum í fjør var spælandi venjari, málverji. Hinir vóru Ronnie Hansen, Dánial Hansen, Jákup Petur Eliasen, Bent Djurhuus ? Marius Joensen, Kári Nielsen, Pauli Hansen, Arnold Berg ? Alexander Johansen, Jonhard Frederiksberg.
Í 2. hálvleiki loysti Pauli Poulsen Jákup Petur av. Áki Petersen kom inn fyri Arnold Berg, og síðstu minuttirnar kom Tummas Olsen inn í álopið.

Dysturin í tølum
KÍF-Skála 1-2 (1-1)
1-0: Heðin á Lakjuni
1-1: Alexandur Johansen
1-2: Jonhard Frederiksberg