Skála skal til Finnlands

Enn er tað kortini ikki greitt hvørjum felag Skála, sum fer at royna seg í Europa fyri fyrstu ferð, skal spæla ímóti

INTERTOTO

11. apríl varð lutur kastaður á høvuðsskrivstovuni hjá UEFA í Nyon í Sveis um, hvussu liðini skulu hittast í fyrsta umfarinum í Intertoto Cup.
Føroyar verða umboðaðar av Skála í hesi kappingini. Fyrsta umfarið verður 18./19. og 25./26. juni, og eftir lutakastið er tað greitt, at Skála í fyrsta umfarinum skal spæla ímóti einum finskum felag. Enn er kortini ikki greitt, hvat fyri felagi skálamenn skulu spæla ímóti. Sambært lutakastinum fer Skála at eiga heimavøll í fyrra dystinum.
Skála hevur ongantíð áður roynt seg í altjóða fótbólti. At teir í ár eiga tann rættin kemst av, at góðu avrikini í fjør bóru triðja plássið í landskappingini við sær.
Sambært kappingarskipanini eru tveir landskappingardystir hjá Skála fluttir til mikudagar orsaka av Intertoto Cup kappingini. Í trettanda umfarinum skal Skála mikudagin 15. juni spæla á heimavølli ímóti KÍ, og í 14. umfarinum skal Skála mikudagin 22. juni spæla á útivølli ímóti HB. Tað vil við øðrum orðum siga, at hjá skálamonnum fara stórar avbjóðingar at standa á skránni 15. juni, 18. juni, 22. juni, 25. juni og so aftur 3. juli, tá ið teir í fimtanda umfarinum skulu spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti NSÍ.
Um tað fer at eydnast Skála at basa finska mótstøðuliðnum í Intertoto Cup, so bíðar belgiskt felag í næsta umfarinum. Uppgerðirnar ímóti teimum eru settar at vera 2/3. juli og 9./10. juli.
61 feløg úr 44 av teimum 52 UEFA limalondunum fara at luttaka í Intertoto kappingini. Trý tey bestu teirra fara at fáa rætt at spæla í UEFA kappingini í heyst.