Tá ið Skála er annar parturin, so endar tað javnt. Eftir 2-0 tap í Trongisvági hevur Skála fýra tær seinastu ferðirnar verið partur av javnleikum.
Í fimm teimum fyrstu umførunum eydnaðist tað ikki Skála at skora mál. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur Skála skorað. Síðsta sunnudag endaði tað 2-2 á heimavølli ímóti B36.
Undan grannauppgerðini ímóti EB/Streymi seinnapartin er Ólavur Mikkelsen skaddur, og tað er ivasamt, um Edvin Jacobsen verður førur fyri at spæla. Ari Olsen er tøkur aftur, eftir at hann var sjúkur síðsta sunnudag.
Felags fyri Skála og EB/Streym er, at liðini eru sera væl skipað í verjupartinum.
Nú fyrireika teir í Sundalagnum seg at fara út á Skála. Tað gera teir við stórum sjálvsálit eftir fína úrtøku á heimavølli ímóti feløgunum í høvuðsstaðnum. Fyri fjúrtan døgum síðani endaði tað málleyst ímóti B36, og síðsta sunnudag endaði tað við 1-0 sigri ímóti HB.
Arnbjørn Hansen er framvegis skaddur, og Brian Olsen er burturstaddur. Stinni miðverjin Andras Olsen var ikki við ímóti HB, tí hann var skaddur. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.