Tað vóru tey bæði liðini, ið ríða um niðurflytingarstrikuna í næstbestu deildini, sum hittust á Skála seinnapartin.
Skála vann 1-0, og harvið er tað Giza Hoyvík, sum er undir strikuni, meðan teir næstbestu hjá Skála eru yvir strikuni.
Einasta málið varð skorað fýra minuttir eftir steðgin. Málskjútti var Kristian Martin Jacobsen. Hann hevur verið við í seks av teimum átta dystunum hjá næstbesta liðnum í ár, og hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá honum í næstbestu deildini.
Í Giza Hoyvík harmast teir um, at tað ikki eydnaðist at fáa hol á. Ahmed Keita var fleiri ferðir tætt við, og heilt tætt við máli til gestirnar var tað, tá ið Niclas Fríði Jacobsen sendi bóltin í tvørtræið.
Skála hevur nú vunnið tveir dystir og hevur seks stig, meðan Giza Hoyvík eftir átta umfør hevur vunnið ein dyst og tvær ferðir spælt javnt.
Um eina viku skal Skála spæla á Sandi, og Giza Hoyvík fær vitjan av teimum næstbestu hjá HB.