Kappingarárið hevur ikki verið nakað serligt hjá Skála, sum er næstniðast í 1. deild.
Í dag eydnaðist tað tó at vinna fulla úrtøku. Skála hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB, og gestirnir fóru av Skála við ongum stigi. Skála vann 2-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1.
Jákup Slættalíð legði HB framum við brotssparki tíðliga í 1. hálvleiki. Í næsta álopi javnaði Bogi Gregersen fyri Skála, og tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Petur Pauli Mikkelsen sigursmálið fyri Skála.
Sigurin bar við sær, at Skála nú hevur 22 stig, men tað skal framvegis nógv til, áðrenn plássið í deildini verður bjargað.
HB hevur 35 stig, og nú er gloppið fram til toppliðið VB/Sumba átta stig.