Skála vil endurtaka avrikið

Fleiri útskiftingar eru á liðnum hjá Skála, men breiddin er størri, enn hon var í fjør, og nýggir útlendingar eru komnir fyri teir, sum eru farnir burturav. Skálamenn vilja vísa, at kappingarárið í fjør ikki var eitt einsamalt upplop

Skála

Skála var tað stóra positiva yvirraskilsið í fótbóltskappingin í fjør. Eftir tvey kappingarár verið ein vissum parti í vatnskorpuni, blómaði Skála-liðið alt í einum og var við heilt har frammi í 1. deild ? sum oddalið ein part av tíðini.
Móti endanum av kappingini mist liðið stevið, men bronsukrónur og eitt pláss í europeiskum fótbólti vóru nógv meira, enn nakar hevði roknað við, tá ið kappingin byrjaði.
Í ár verður tað ikki líka lætt hjá Skála at koma so óvæntað burtur úr ongum og taka hini liðini á bóli. Hini feløgini vita, at Skála kann spæla ágangandi, kvikan og málsøkjandi fótbólt, og tá ið spælið er best, er tað trupult hjá sjálvt teimum stóru feløgunum at fylgja við.
Nýggir útlendingar
Skála hevur gjørt fleiri broytingar í hópinum hjá sær síðani kappingarárið í fjør.
Tríggir útlendskir spælarar eru givnir í felagnum, og tríggir nýggir eru komnir til felagið.
Málmaðurin Igor Bjarni Kostic, sum kom úr Íslandi, verður ikki við í ár, og Skálamenn vóna, at teir hava fingið ein betri málmann í serbiska Ladan Filopovic.
Verjuspælarin Dusan Jaic og álopsspælarin Eugen Stanciu verða heldur ikki viðaftur hjá Skála, men tveir nýggir verjuspælarar eru komnir úr Eystureuropa. Teir eru Janel Christian Gorgonaru úr Rumenia og Milic Corcic úr Serbia.
Umframt hesar halda Iulian Florescu, sum vanliga spælir á vinstra bakki, og miðvallarspælarin Nenad Stankovic fram í felagnum, og teir hava báðir týðandi leiklut á liðnum.
Eisini føroyskar broytingar
Tað var ein dyggur smeitur fyri Skála, tá ið tað gjørdist greitt, at verjuspælarin Arnhold Berg neyvan kemur at spæla í hesum kappingarárinum, tí hann fekk ein álvarsaman knæskaða. Arnhold Berg var ein av stuðulsspælarunum í verjuni hjá Skála í fjør, og hann kom eisini inn í landsliðshitan við sínum góðu avrikum.
Hinvegin eru tveir nýggir spælarar komnir úr høvuðsstaðnum til Skála. Bjarni Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen royndu seg í fjør í AB, men nú hava teir skift til 1. deildarfótbólt á Skála. Teir styrkja liðið serliga fram eftir vøllinum.
Fyrireikingin hjá Skála hevur verið merkt av, at fleiri spælarar hava manglað. Onkrir eru við í hondbóltinum, og fleiri av útlendsku spælarunum eru komnir til landið stutt áðrenn kappingarbyrjan.
Málið hjá Skála fyri 2005 er at vera við í røttu hálvuni av landskappingini, og kunnu teir halda dampin frá kappingarárinum í fjør, kunnu teir saktans blanda seg upp í heilt har frammi.