Skála vinnur ikki á KÍ

Í seks landskappingardystum hevur tað ikki eydnast Skála at fingið fult, tá ið teir hava spælt ímóti klaksvíkingum

SKÁLA KOMPLEKS

Skála hevur staðið seg munandi betri í ár, enn teir gjørdu tey bæði fyrstu árini, sum liðið hjá teimum var í bestu deildini. Tá stríddust teir fyri lívinum í bestu deildini. Nú stríðast teir fyri at vinna fyrsta settið av heiðurskrónum.
KÍ fór sunnudagin av Skála við øllum stigunum. Tað hava teir gjørt tvær av trimum møguligum ferðum. Í fjør vunnu teir 2-0 og í fyrraárið endaði tað 2-2. Tað vil altso siga, at higartil hava skálamenn ikki fingið fult, tá ið klaksvíkingar hava vitjað.
Fyrr í summar endaði tað 1-1, tá ið Skála vitjaði í Klaksvík. Í fjør og í fyrraárið vann KÍ heimadystirnar ímóti Skála. Í fjør vunnu teir í 15. umfarinum ? ella sama umfarinum sum teir sunnudagin vóru á Skála ? 7-0, og í fyrraárið var úrslitið 4-0.