Skúlaaldurin eigur at verða settur niður

Sum fyribyrgjandi tiltak mælir fólkaskúlaráðið, at børn fara í 1. flokk í árinum, tey fylla 6 ár, skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðu síni.

Fólkaskúlaráðið mælir til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr enn nú, og at hetta fyrsta árið verður rópt 1. flokkur. Her er ikki talan um forskúla, men um at lækka skúlaaldurin. Í Føroyum fara børnini seint í skúla samanborið við tey lond, sum vit annars samanbera okkum við. Fólkaskúlaráðið mælir til út frá einum sjónarmiði um fyribyrgjandi serundirvísing, at øll børn sleppa í skúla í árinum, tá ið tey fylla 6 ár.

Tiltøk í sambandi við góða skúlabyrjan kunnu vera:

• Hvussu vit stuðla børnum, sum hava trupulleikar við at læra og menna seg. Dentur má leggjast á at gera skiftið úr dagstovni til skúla og frítíðarskúla so gott sum gjørligt fyri hesi børn

• Børn, sum hava trupulleikar við málsligu menningini, skulu tíðliga fáa miðvísa málstimbran

• Arbeiðast skal miðvíst við móðurmálinum sum hugsanaramboð, menningarmiðil og við málsligum ansni ella medviti

• Tá ið barnið byrjar í skúla, eigur ein málslig yvirlitskanning at vera gjørd, sum skal verða brúkt at leggja til rættis læruætlan eftir

• Frá fyrsta degi í skúlanum skal alt arbeiði vera næmingalagað við serligum atliti til ótrygg børn.

Fyrsti flokkur skal sambært fólkaskúlaráðnum hava sama innihald sum núverandi fyrsti flokkur, men við spælandi lærutilgongdum menna barnið til lívið. Í einum nútímans samfelag fylla skúli og útbúgving stóran part av lívinum. Tí skal stórur dentur leggjast á, at børnini læra at vera saman sosialt, har likamligt og andaligt virksemi, sum styrkir undir menningina av m.a. heilanum, er sera umráðandi táttur í innskúlingini.

Fólkaskúlin eigur at taka atlit til einstaka næmingin og hjálpa honum í persónligu menning síni, verður sagt í álitinum, sum vísir til grein 2 í fólkaskúlalógini, ið sigur, at uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan.

Støðið má verða tikið í barninum, og skúlin eigur at vera klárur at taka ímóti 6 ára gamla barninum og fylgja, stimbra og stuðla tí, so tað gerst ført fyri at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív.

Í 1. flokkunum skal lærari við serkunnleika í málsligari menning undirvísa 2 tímar um vikuna í málmenning og málsligum tilviti, meðan námsfrøðingurin eygleiðir børnini. Toymisfundir skulu haldast, har málsligu førleikar barnsins verða eftirmettir, og tey børn, sum hava tørv á tí, fáa stuðul í tilgongdini, sum verður eftirmett, so síggjast kann, hvør tørvurin á stuðli er. Ein lektiukafe í skúlanum er eisini ein týðandi táttur í fyribyrgjandi serundirvísingini.

Týdningarmikið er, verður sagt í álitinum, at fyribyrjandi arbeiðið verður fylgt upp. Dentur má leggjast á góðar menningartilgongdir í lesing og rokning. Serliga lesimenningin má fylgjast sera væl. Beinanvegin tørvur er á tí, má stuðult gevast at stuðla fakligu menningini, t.d. við lesi- og rokniskeiði í eitt avmarkað tíðarbil. Støða verður tikin til hesi átøk saman við foreldrum, lærarum, serlærara og lesivegleiðara, skrivar Føroya Lærarafelag.