Skálabørn nummar tvey

Leygardagin var finalan verið í kappingini í First Lego League í Herning í Danmark

Leygardagurin var so dagurin komin, sum nøkur børn á Skála og fleiri vaksin við, hava bíðað eftir í langa tíð við stórum spenningi.

Hetta var nevniliga dagurin, tá ið finalan í stóru norðurlendsku kappingini, First Lego League skuldi vera.

Við í kappingini vóru 36 lið úr øllum norðurlondum, eisini Føroyum og Grønlandi.

Tey, sum umboðaðu Føroyar vóru Junior Kids av Skála og tað kann ikki sigast annað enn at tey stóðu seg rættiliga væl.

Endaliga úrslitið var, at Junior Kids á Skála endaðu sum nummar tvey. Tey fingu eisini annaðplássið í robottkappingini

Føroyingarnir eru avberavæl nøgdir við úrslitið og tað vera nøkur ovurfegin skálabørn, sum koma heim aftur úr Damark mánakvøldið.