Jóannes Hansen
Skálaberg er seldur til Grønlands. JFK Trol hevur gjørt avtalu við danska grønlendska felagið Polar Seafood, sum hoyrir heima í Grønlandi. Hetta felagið hevur keypt Skálaberg. Sáttmálin sigur eisini, at Polar Seafood skal selja trolaran aftur til JFK Trol um hálvt annað ár.
Hanus Hansen er stjóri hjá JFK Trol, og hann váttar, at henda avtalan er komin upp á pláss, og at teir arbeiða við øðrum ætlanum, ið hava sum mál at laga raksturin, bæði á sjónum og á landi, til broyttu fyritreytirnar, samstundis sum felagið bæði á sjógvi og landi fer at varðveita leiklutin, sum tað higartil hevur havt:
? Veruleikin er, at kvoturnar í Barentshavinum minka eini tjúgu prosent fyri hvørt skipið komandi ár. Tað hevur við sær, at tað verður ov lítið til skipini hjá okkum. Tí hava vit í fyrstu atløgu selt Skálaberg. Vit varðveita kvotuna hjá honum, og hana fara Sundaberg og Sjúrðarberg at fiska. Hetta hevur við sær, at fyritreytirnar hjá Sundabergi verða betri, enn at tær hava verið, og tað hevur eisini við sær, at fyritreytirnar hjá Sjúrðarbergi og Kósavirkinum eisini verða betri.
Sundaberg skal, sum hann higartil hevur gjørt, arbeiða fiskin umborð. Sjúrðarberg hevur í ár landað 650 tons av heilfrystum til Kósavirkið, og at Skálaberg fer úr flotanum ger, at teir í Klaksvík rokna við, at Sjúrðarberg komandi ár fer at landa 2000 tons av heilfrystum til Kósavirkið.
? Fiskiskapurin í heimasjógvi er sammett við í fjør minkaður heilt nógv, og tað hava vit dyggiliga merkt á virkinum á Kósini. Tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa meiri fisk til virkið, og tað fara vit at fáa, nú vit hava selt Skálaberg og Sjúrðarberg fær møguleika at fiska meiri. Eg síggi stórar møguleikar í ætlanini við Sjúrðarbergi, sigur Hanus Hansen, sum umframt at vera stjóri í JFK Trol eisini er stjóri á Kósavirkinum.
Hanus Hansen vil ikki upplýsa neyv tøl um, hvussu nógv teir hava selt Skálaberg fyri, og hvussu nógv teir hava avtala at keypa hann aftur fyri um hálvt annað ár, men hann sigur, at teir halda seg hava gjørt ein góðan handil:
? Felagið hjá okkum fær eina peningaliga innspræning, sum fer at gera tað lættari hjá okkum at arbeiða við nýggum ætlanum, samstundis sum vit varðveita støðuna á teimum økjunum, sum vit higartil hava arbeitt á, og tað eru vit væl nøgdir við.
Fleiri ætlanir
Tá Skálaberg fer úr føroyska flotanum verður tað við einum stýrimanni og einum meistara frá JFK Trol umborð. Tveir stýrimenn og tveir meistarar frá JFK Trol verða knýttir at skipinum. Fleiri føroyingar eru í starvi hjá Polar Seafood, og sum vit skilja tað, so vera fleiri føroyskir yvirmenn umborð hesar átjan mánaðirnar, sum Skálaberg verður undir grønlendskum flaggi. Teir í Klaksvík siga seg ikki ætla at sleppa manningini, sum higartil hevur verið við Skálabergi, upp á fjall hesar næstu átjan mánaðirnar, meðan aðrir eiga trolaran:
? Vit arbeiða við einari svartkjaftaætlan. Vit rokna við, at tað verður klárt hjá okkum at fara undir surimiframleiðslu um einar tveir mánaðir, og vit ætla, at fólkið, sum hevur verið við Skálabergi, skal fara umborð á skipið, sum vit fáa til svartkjaftin, sigur Hanus Hansen, uttan at hann vil siga meiri ítøkiligt um hetta akkurát nú.
Hanus Hansen váttar eisini, at JFK Trol arbeiðir við ætlanum um at fáa eitt rækjuskip:
? Vit hava tvey rækjuloyvir ? tey hjá Palla hjá Marionnu og hjá Gilstóni ? og um vit ikki gera brúk av kvotunum, so fara vit at missa tær. Vit eru ikki komnir á mál við tí arbeiðnum, men gongur tað, sum vit ætla, so fer felagið at hava ein rækjubát, áðrenn komandi ár verður liðugt.