Skúladepilin í Marknagili: Seta spakan í um ein mánað
Longu í apríl mánað skal arbeiðið at byggja Skúladepilin í Marknagili, byrja.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Løgtingið hevur viðgjørt skúladepilin í dag og nú er málið farið í fíggjarnevndina, sum skal viðgerða tað víðari, áðrenn tað aftur verður lagt fyri Løgtingið at verða samtykt.
Bjørn Kalsø sigur, at hann vónar, at fíggjarnevndin ger skjótt av, tí ætlanin er, at spakin skal setast í, longu nú í apríl.
Tað merkir, at arbeiðið kann byrja av álvara longu í heyst og á sumri í 2016 skal skúladepilin vera liðugur at taka í nýtslu.
- Tað vil eg leggja dent á, sigur landsstýrismaðurin.
Ráðgevarin hjá honum hevur sagt, at tað letur seg gera at byggja hann so skjótt og hann mælti staðiliga frá at drýggja arbeiðið enn longri.
Ráðgevarin hevur eisini boðað frá, at prísurin fer at halda.
- Tað er ein fortreyt fyri, at úrslitið verður gott, annars er ikki gott at vita, hvar vit enda, sigur hann.
Skúladepilin verður 64 milliónir dýrari enn ætlað við tað, at nakað er skarvað av ætlanini.
Sostatt kostar skúlin ikki 391 milliónir, sum ætlað, men 455 milliónir.
Harumframt skulu 60 milliónir brúkast til innbúgv.
- Tað verður mett, at tað røkkur til. Men játtanin til innbúgv skal halda um tað so verður neyðugt at brúka gomul borð, legði hann afturat.
Bjørn Kalsø staðfesti somuleiðis, at 35 milliónir eru settar av til óvæntaðar útreiðslur, sum altíð kunnu stinga seg upp.
Nú hevur hann álit á, at kostnaðurin fer at halda, tí tað hava bygginevnd, Landsverk, og serfrøðingar annars, boðað frá, at hann fer at gera.
Annars viðgekk hann, at tað sá svart út, tá ið tilboðini vórðu latin upp og tey vístu, at skúlin fór at kosta yvir 600 milliónir.
Hann helt, at tað var ein góð avgerð at steðga á eina løtu og draga andan, heldur enn bara at halda fram og játta allar pengarnar, sum nakrir politikarar vildu.
- Men nú er skúlin lagaður til og vit hava funnið eina góða loysn, heldur hann.
Hinvegin fara tey at seta ein stýrisbólk, sum skal fylgja byggingini ógvuliga neyvt.
Annars vóru tað fleiri tingfólk, sum fegnaðist um ætlanina og summi ynsktu til lukku og við, at tað nú loksins er komið á mál og at hetta var ein dagur, tey høvdu alla orsøk at vera stolt av.