Politisk íblanding hevur darvað stovninum. – Fyri fleiri árum síðani komu boð úr Tingensi, at leiðandi verkfrøðingurin var sagdur úr starvi – púra óskiljandi, tí eingin grundgeving fylgdi við. Stovnurin fekk afturstig, sum neyvan er vunnið innaftur.
Aftaná seinasta løgtingsval vóru aftur boð úr Tinganesi til Landsverk: Stjórin settur frá – grundgevingar ógvuliga ivasamar.
Skálafjarðartunnilin hevur nú verið politisk kastibløka, og tá Landsverk royndi at siga sína hugsan um ætlanina, vóru politisku boðini: Haldið tykkum burtur frá hesi ætlan.
Politikararnir eru samdir í at:
Pkt. 1. Vegasamband millum Eysturoy og Suðurstreymoy hevur alstóran týdning fyri menningina av Føroyum.
Pkt. 2. Verkaætlanin loysir seg fíggjarliga, tí kostnaðurin kann gjaldast aftur við hampuliga lágum tunnilsgjaldi.
Pkt . 3. Fíggingin kann haldast uttanfyri landskassan, um rætt verður atborið.
Brøkur í.
Talan er um at taka tunnilsgerðina fram aftur, og beinanvegin liggja politikararnir fram við. Nú er tunnilsætlanin so skilagóð, at hon kann fíggja seg sjálva og har afturat alt møguligt annað. Við hetta lag verður alt vavt saman, so torført verður at fáa fíggjarstovnarnar at veita lán.
Landsverk man - hóast alt – hava munandi meira skil fyri vega- og tunnilsgerð, enn teir politikarar sum rópa harðast um Skálafjarðartunnil.
Latið Landsverk endurskoða tunnilsætlanina og finna loysnir, sum bera á mál.