Í skúlagarð

SKÚLABYRJAN. Mánadagin, 14. august, byrja 687 børn í 1. flokki kring landið. Og 4. flokkur, við 754 næmingum, skal fyri fyrstu ferð fáa undirvísing í enskum  í hesum sambandi er føroyskt undirvísingartilfar útkomið

Sosialurin prátaði stutt við stjóran á Argja skúla, Marjun Holm, um skúlabyrjanina 2006.
Verða hesi børnini, sum nú byrja í 1. flokki, tikin fram um hini nú tey skulu PISA-kannast í 2015?
- Nei, har verður eingin broyting. Vit hava tað somu játtanina at arbeiða við  hendan skúlabyrjanin verður sum í fjør. Tað verður sum undanfarin ár.
Tó er ein broyting fyri 4. flokk og 5. flokk. Tey í 4. fara, sum fyrsti føroyski 4. flokkur, at hava enskt. 5. flokkur skal hava fleiri tímar í enskum.
Skúlastjórin á Argja Skúla heldur, at móðurmálið skal styrkjast. Føroyskt skal fáa hægri raðfesting, tað skuldi fingið status sum móðurmál. Innihaldið kundi verið meiri fjølbroytt.
- Mann skuldi undirvíst í føroyskum, sum tað veruliga var eitt móðurmál.
 
 
21 skúlabørn byrja í 1. flokki á Argjum í ár
21 børn fara í 1. flokki á skúlanum á Argjum. Og spurningurin er um hesi børnini fara at fáa meiri undirvísing í føroyskum, nú hetta m.a. hevur verið frammi í politiska orðaskiftinum.
Búi Dahl lærari í føroyskum hjá 2. flokki. Honum dámar væl, at mann í politiska orðskiftinum tosar um at raðfesta føroyskt hægri enn gjørt hevur verið fyrr. Hann nevnir sum dømi, at donsku skúlabørnini hava uml. 10-12 tímar um vikuna av føroyskum, meðan okkara børn hava 7 tímar.
Hann hevur verið lærari á Argja skúla í fýra ár. Í fjør var hann lærari hjá tí 1. flokkinum, sum nú fer í 2. flokk.
Hann er rættiliga væl nøgdur við undirvísingartilfarið, sum er ætlað teimum fyrstu flokkunum, í lærugreinini føroyskt. Millum lærugreinarnar eru onnur fak verri fyri enn føroyskt, heldur Búi.
- Føroyskt er ikki ringast fyri, tá ið vit práta um tilfar til teir fyrstu flokkarnar, haldi eg sjálvur. Har eru bókarøðin Hervør og Høgni fyri fyrstu flokkarnar, sum hevur arbeiðshefti við, og tað er gott at arbeiða við. Tilfarið kundi kanska verið meiri fjølbroytt, um eg skal finnast at onkrum í tilfarinum.
Fyrr í vikuni var skrivað um at samstarvið millum dagstovn og skúla kundi verið gjørt ella skipað betri. Hesum er Búi samdur í.
- Jú, tað mann átti at fingið formaliserað samstarvið. Tað kann gerast betri, tað er kanska ov stirvi, haldi eg. Har er lítið samband í tí dagliga, børnini frá dagstovninum koma at vitja áðrenn skúlabyrjan. Men tað tykist, sum tey eru væl fyrireikaði, tá ið tey koma í fyrsta flokk.