Rættilig ferð er komin á tónleikalívið innan musikkskúlan í Suðuroynni og hetta fer at merkja jólamánaðin.
Næmingar fara at ferðast á allar skúlar í oynni at leika jólatónleik og á kvøldi verður konsert fyri foreldrum og øðrum áhugaðum.
Skráin er hon sama báðar dagarnar. Byrjað verður 1. desember við at vitja allar skúlar í norðaru helvt av Suðuroynni og á kvøldi verður konsert í høllini í Trongisvági klokan 19:30. Tann 8. desember verður spælt í øllum skúlum í syðru helvt í Suðuroynni og klokkan 19:30 er konsert í Vágs Skúla fyri foreldrum og øðrum áhugaðum.