Skálamaður fær royndir í norsku oljuvinnuni

Í fýra ár hevur hann starvast sum verkfrøðingur á høvuðsstøðini hjá Statoil í Stavanger. Hann fylgir væl við gongdini í Føroyum og heldur, at føroyingar eiga at gera sítt til at fáa sum mest burtur úr komandi oljuni, eitt nú við at hava møguleika at fáa inn alment føroyskt oljufelag í øll komandi oljufelt

 

Jan Müller

Í dag arbeiða nógvir føroyingar í oljuvinnuni í øðrum londum. Ein teirra er 37 ára gamli Pætur Danielsen av Skála. Sosialurin hitti hann á føroyska básinum á altjóða oljumessuni í Stavanger í heyst. Pætur hevur starvast hjá Statoil í fýra ár, og honum dámar sera væl hetta arbeiðið. Hann fylgir eisini gongdini í Føroyum við stórum spenningi. Á føroyska básinum hevði hann eisini høvi til at hitta vinir og kenningar og at tosa um oljuvinnuspurningar.

Pætur tók prógv sum teknikum verkfrøðingur í 1990. Torført var at fáa arbeiði í Danmark um tað mundið, og hann fór tí til Føroyar, har hann eitt skifti arbeiddi á Skála Skipasmiðju. Árið eftir fór hann aftur til Danmarkar, hesaferð at lesa til sivilverkfrøðing. Tað vildi so væl til, at hann við síðuna av lesnaðinum hevði arbeiði hjá DSB. Tá hann var liðugur at lesa í 1996 datt hann fram á lýsing í bløðunum frá Statoilbólkinum, sum beyð fýra føroyingum á skúla í Bretlandi. Statoilbólkurin kallaður AMG, var tá rættiliga úti um seg fyri at fáa føroyingar at vísa oljuvinnuni ans. Og hevur verið tað fram til dagin í dag.

Pætur var til samrøðu og varð hann annar av tveimum føroyingum, sum fingu stipendiat. Ístaðin fyri at senda teir til Bretlands vórðu teir sendir til Noregs, har Pætur kom at arbeiða hjá Statoil. Tað eru nú fýra ár síðani hann fór til Statoil at arbeiða og hava hetta verið nøkur sera lærurík ár. Skálamaðurin hevur bygt sær upp eina vitan og royndir, sum kunnu vera góð ballast, um og tá hann einaferð fer at finna sær arbeiði heima í Føroyum.

Seinastu árini hevur hann arbeitt á høvuðsskrivstovuni hjá Statoil í Forus í Stavanger, haðani hann saman við øðrum dugnaligum verkfrøðingum hevur havt ábyrgdina av framleiðsluni á Statfjordfeltinum. Hin føroyingurin, sum byrjaði stutt aftaná hjá Statoil, Jógvan Hugo úr Klaksvík hevur eisini arbeitt við Statfjordfeltinum, men er nú fluttur til at taka sær av einum øðrum felti, sum Statoil er farið undir at byggja út. Tað er Huldrafeltið, sum varð funnið seinast í 70-unum.


Spennandi tíð

Pætur Danielsen dylur ikki fyri, at hann er sera spentur um gongdina í Føroyum. Hann hevur onga ætlan um her og nú at fara til Føroya at arbeiða, men tað liggur tó frammaliga í tonkunum. Hinvegin heldur hann tað hevur stóran týdning at hava fingið royndir og vitan aðrastaðni, áðrenn man leggur leiðina heim.

Tað er annars stórur tørvur á verkfrøðingum júst í eini leitiskeiði. Jarðfrøðingarnir hava nú lagt arbeiðið til rættis til verkfrøðingarnar at taka yvir í sjálvari borifasuni. Pætur sigur, at nógvir føroyingar eru útlærdir nettupp á hesum økinum.

Uppá fyrispurning hvat hann heldur um komandi føroysku oljutilgongdina sigur Pætur Danielsen, at hetta er sjálvandi ein spennandi tíð. Hann telist millum teirra, sum halda, at tað skulu setast strong krøv til oljufeløgini, soleiðis at Føroyar fáa so nógv burtur úr sum gjørligt. Hinvegin má ein heldur ikki gera krøvini so strong, at eingin áhugi er fyri at leita.

Pætur hevur fylgt við orðaskiftinum í Føroyum um alment oljufelag. Hann vísir til gongdina í Noregi og heldur, at verður olja funnin, so eiga føroyingar at hava sítt egna almenna oljufelag. Tí á tann hátt tryggjar tú tær ikki bara skatt frá oljuríkidøminum, tá er tú medeigari í hvørjum felti og fær harvið beinleiðis vinning burtur úr øllum keldunum, sum verða funnan og fara undir framleiðslu.


Umhvørvi

týðandi partur

Tað var eftir at olja var funnin í Noregi, at norski staturin fór inn sum partur av øllum loyvum, soleiðis at staturin í dag fær bæði skatt burtur úr og eigarapart í tí parti staturin hevur í hvørjum øki ? í mun til í Føroyum, sum støðan er nú við 1. útbjóðing ? har Føroyar bara fáa lut í skattingini.

Pætur heldur tað verða rætt, at føroyski landskassin kann fáa lut í teimum virðum, sum eitt loyvi ber í sær umframt at fáa lut í tí vitan, sum troytan av hesum loyvum gevur. Hann vísir á, at tað kann jú vera, at tey størstu virðini verða funnin nú beinanvegin. Men fyri tað sigur eingin, at Føroyar skulu inn við einum almennum oljufelag frá byrjan. Man kundi gjørt sum norðmenn og sagt, at man treytar sær rætt til at revurdera støðuna eftir nøkrum árum.

Hann vísir í hesum sambandi á, at Huldrafeltið í Noregi varð funnið í 1979 men ikki fyrr enn nú fer man at byggja tað út.

Pætur Danielsen heldur annars, at oljuvinnan er kærkomin hjá føroyingum, soleiðis at samfelagið hevur fleiri bein at standa á. Men hann ávarar um, at vit ikki gloyma fiskivinnuna, sum er og verður okkara høvuðsvinna.

Eisini heldur hann, at vit føroyingar eiga at raðfesta heilsu, umhvørvi og trygd høgt. Ikki mist umhvørvið, sum er so týðandi partur av grundarlagnum undir øllum lívi í Føroyum.