Skúlarenningin stendur fyri durum

Á hvørjum ári plaga skúlanæmingar at luttaka í skúlarenningini. Í ár er heldur einki undantak, og ætlanin er at fara at renna nú fríggjadagin

 

Renning


Onkur kennur kanska sjónina, tá hundraðtals skúlanæmingar fara tuskandi eftir vegnum. Onnur minnast kanska sjálvi at hava runnið, meðan uppaftur onnur renna kanska sjálvi. Skúlarenningin hevur verið fastur táttur hjá fólkaskúlunum síðani einaferð í áttatiárunum.

Hóast onkur skúli kanska longu hevur runnið í ár, so hevur Føroya ítróttarlærarafelag sett skúlarenningina á skránni fríggjadagin komandi (í morgin).

Í tíðandaskrivi sigur Føroya ítróttarlærarafelag, at hetta er 18. ári á rað at skipað verður fyri skúlarenningini.

Føroya ítróttarlærarafelag sigur í tíðindaskrivi, at hetta er einasta landsumfevnandi skúlaíttatiltak, sum stendur næmingunum í boði í ár, eftir at skúlaítróttadagur fyri 6. flokkar varð avlýstur í vár. Vónandi verður skúlaítróttadagurin tikin upp aftur í hesum, men tað velst um vælvild frá myndugleikunum og lærarum, sum vilja átaka sær at fyrireika.

Tað eru skúlarnir sjálvir sum leggja strekkini, tey kunnu vera longri ella styttri og rennast fleiri ferðir um næmingarnir orka. Einki mark er fyri, hvussu langt næmingarnir skulu renna. Tað eru lærararnir á teimum ymsu skúlunum, sum hava til uppgávu at ansa eftir, at alt gongur fyri sum tað skal, og eingin fær skaða meðan runnið verður.

Øll tey, sum renna, fáa prógv, har tað stendur, hvussu langt tey hava runnið. Eisini verður gjørt upp, hvussu nógvar kilometrar føroyskir næmingarnir renna tilsamans. Hetta verður vanliga samanborið við næmingar í hinum norðanlondum. Føroysku næmingarnir hava at kalla bert góð úrslit at vísa á, og tað er bert at vóna, at næmingarnir vera líka raskir í ár.