Formliga avtalan um skúlasamstarv millum Miðvágs og Sandavágs kommunur varð undirskrivað fríggjadagin, hóast komunurnar í 44 ár hava havt felags skúla á Giljanesi. Skúlin á Giljanesi varð vígdur í 1961.
Fríggjadagin hittist felags Hallar- og skúlanevndin hjá teimum báðum kommununum, sum mynda skúalsamstarvið í Vágum, til at skriva undir avtaluna, sum formliga staðfestir skjótt hálva øld gamla samstarvið.
Fimm limir eru í nevndini, og borgarstjórarnir í báðum kommununum eru fastir limir. Tað merkir tó ikki, at annar teirra er formaður. Formaður í fyrstu nevndini er Georg Hansen, bygdarráðslimur í Miðvági.
Nýggja skúlaavtalan staðfestir, at navnið á skúlanum er Miðvágs- Sandavágs Skúli, sum skúlin altíð alment hevur verið nevndur.
Býtið av ymsu skyldunum verður gjørt eftir barnatalinum, har Miðvágs í løtuni hevur meiriluta.
Av teimum fimm nevndarlimunum hevur Miðvágs Kommuna í løtuni teir tríggjar, og hinir báðir eru so úr Sandavági.
Nýundirskrivaða avtalan hevur við sær, at Miðvágs Kommuna ber 55 prosent av íløgunum, og Sandavágs Kommuna hini 45 prosentini. Raksturin verður goldin í mun til barnatalið hjá hvørji kommunu sær.
Í sáttmálanum stendur, at gjørt verður upp á hvørjum ári. Avtalan verður endurskoðað annaðhvørt ár, og um broytigar vera í býtislutfallinum, verður nýggj avtala gjørd tilsvarandi tí.
Um aðrar kommunur, sum ikki eru við í samstarvinum, ynskja at fáa næmingar í skúlan, verður tað avroknað eftir sama lutfallið, sum avtalað er millum tær báðar kommunurnar, sum nú hava gjørt samstarvsavtaluna.
Avtalan, sum nú er undirskrivað, er galdandi í tíggju ár. Um avtalan ikki er søgd upp innan 1. januar 2013, heldur hon fram og kann tá sigast upp við trý ára uppsagnarfreist.
Neyðug útbygging
Georg Hansen, formaður í Hallar- og skúlanevndini hjá Miðvágs og Sandavágs kommunum, sigur, at tey nú mugu fara at viðgera, hvussu verða skal við komandi skúlaútbygging, ella um byggjast skal nýtt.
Sum er ganga tey smæstu børnini í skúla í Sandavági. Men har er í løtuni bara pláss fyri einum flokki í Gamla Skúla. Fýra flokkar ganga í skúla í bygdarskúlanum í Miðvági, og flokkarnir frá sætta til tíggjunda ganga so á Giljanesi.
Georg Hansen heldur ikki, at hetta er ein haldbar loysn, tí tað fer við ov nógvari tíð, at lærarar skulu noyðast ferðast imillum.
Men enn er ikki gjørt av, hvussu hetta skal loysast, sigur Georg Hansen. Um byggjast skal nýtt í Sandavági, ella byggjast skal út í Miðvági. Ella at ein heilt nýggjur bygningur, sum hýsir øllum teimum yngru næmingunum, sum nú ganga í Miðvági og Sandavági, skal byggjast aftur at verandi skúla á Giljanesi. Hetta fer nevndin at viðgera í næstu framtíð, sigur nevndarformaðurin.
Eitt annað rættiliga átrokandi mál, sum nevndin noyðist at taka støðu til nakað skjótt, er takið á ítróttarhøllini á Giljanesi.
Tað hevur seinastu tíðina ikki verið í nóg góðum standi, og sum nevndarformaðurin sigur seg hava skilt, er tað avgerandi neyðugt at fáa tað skift nú. Tí tað klárar neyvan ein ringan vetur afturat, sigur hann.