Skulu skúlastýrini varðveitast ella takast av? Hendan spurningin setti landsstýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø, sær sjálvari og foreldrunum í føroyska fólkaskúlanum á tíðindafundi í morgun, nú bert 11 dagar eru til eitt skúlastýrisval, sum als ongin áhugi er fyri.
- Er undirtøkan so lítil, sum hon tykist vera beint nú, má skipanin takast av ella broytast grundleggjandi, segði Helena Dam á Neystabø, sum eisini brúkti høvið til, fyri seinastu ferð, at royna at reka foreldrini á val.
- Eg vil heita á øll foreldur um at taka hetta skúlastýrisval í sama álvara sum eitt løgtingsval ella kommunuval. Annars verður skipanin tikin av og broytt munandi til næsta kommunuval, staðfesti landsstýriskvinnan avgjørd.
Ongin undirtøka
At áhugin er so lítil, kom eitt nú til sjóndar í einum spurnaumfari, sum útvarpið hjá Kringvarpinum gjørdi millum skúlastjórar kring landið í gjár. Har var niðurstøðan púra greið: Millum ongin og sera fá foreldur møttu til uppstillingarfundirnar, sum skúlarnir skipaðu fyri í síðstu viku. Sambært skúlastjórunum kundi orsøkin vera, at kunningin hevur verið ov lítil, at skúlastýrini hava ov lítið at siga, ella at áhugin fyri fólkaskúlanum bara er so lítil.
Lagamanni at luttaka
Á tíðindafundinum metti landsstýriskvinnan, at skúlastýrisvalið er ein einastandandi møguleiki at fáa ávirkan á skúlan, har børnini ganga hvønn dag í 9 ella 10 ár. Eisini vísti hon á, at nú valið fer fram sama dag sum kommunuvalið, skuldi tað verið lagamanni at tikið lut.
Í sama viðfangi greiddi hon frá skipanini við skúlastýrum. Men hetta fara vit ikki at endurtaka her, tí fólk kunnu leita sær hesar upplýsingar fram á heimasíðuni hjá mentamálaráðnum ella í faldaranum, sum børnini hava fingið heim við.
Ynskir orðaskiftið
Landsstýriskvinnan viðgongur, at áhugin fyri skúlastýrunum hevur ikki verið nóg stórur tey valini, sum hava verið.
- Eg vil tí leggja upp til eitt orðaskifti um hetta, tí øll vilja vit okkara børnum tað allar besta, segði hon, og vísti á, at her steðgar logikkurin eisini.
- Paradoksið er, at meðan øll eru samd um, at skúlin er eitt tað týdningarmesta, so vil ongin taka lut. Tað hevur eftir øllum at døma ikki tign ella status við sær, at vera við í hesum arbeiðinum, segði landsstýriskvinnan, sum tí heitti á øll, um at taka lógvatak um tann føroyska fólkaskúlan.
Hugskot um broytingar
Í hesum sambandi hevði hon eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu skipanin við skúlastýrum kundi verið broytt. Tí hon viðgekk, at skipanin er ikki nóg góð sum er.
- Eitt hugskot hevði verið, at havt eitt skúlastýrið fyri hvørja av teimum sjey kommununum, sum vónandi verða veruleiki í hesum valskeiðinum, skeyt hon upp. Eisini vísti hon á, at allir borgarar skulu sleppa at velja, men at bert foreldur skulu sleppa at stilla upp til skúlastýrisvalini.
- Her høvdu vit eisini komið øllum roksinum við foreldramyndugleika og tílíkum til lívs. Tá høvdu øll, sum hava valrætt, møguleika fyri at gera sína meining galdandi í einari fólkaræðisligari skipan, sum tíverri als ikki virkar eftir ætlan í løtuni, segði landsstýriskvinnan, sum ætlar sær at eftirmeta skipanina, tá valið er av.
- Tí eitt pseudo-demokrati er verri enn onki demokrati, sum hon tók til.
Myndatekstur:
Skúlastýrisvalið verður hesaferð samstundis og á sama staði sum kommunuvalið. Freistin at stilla upp er 4. november.
Foreldramyndugleiki
Valrætt hava verjar og foreldur, sum hava foreldramyndugleika yvir barninum. Eru foreldrini ógift, kunnu tey fáa felags foreldramyndugleika hjá Ríkisumboðnum – um báðir partar eru samdir um tað.
FALDARI
Øll skúlabørn hava fingið ein faldara við heim, har greitt verður frá um arbeiðið í skúlastýrinum. Faldarin er eisini at finna á heimasíðuni hjá MMR. Faldari fæst eisini hjá ráðnum ella í skúlanum hjá barninum.
FAKTA::
Skúlastýrini skulu hava í minsta lagi seks fundir árliga. Flestu skúlarnir hava tó ein fund um mánaðin. Foreldraumboðini í skúlastýrinum fáa fundarpengar fyri hvønn fund. Hetta er 468,00 kr. hvørja ferð.