Bogi Bech Jensen, sum seinastu fýra árini hevur verið rektari á Glasi, hevur sagt seg úr starvi. Mentamálaráðið fekk uppsøgnina í gjár og hevur gingið henni á møti. Tað boðar Mentamálaráðið frá beint nú.
– Bogi Bech Jensen hevur loyst eina torføra uppgávu, nú hann seinastu fýra árini hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at leggja teir tríggjar ymisku miðnámsskúlarnar í Havn saman til ein felags skúla, sigur Mentamálaráðið í fráboðanini.
Samanleggingin var eitt politiskt ynski og tilgongdin hevur til tíðir verið krevjandi, men arbeiðið.
Bogi Bech Jensen grundar uppsøgnina á, at samanleggingin nú er vorðin veruleiki, og at skúlin og rektarin tí eru komnir til eitt vegamót.
– Hetta hava verið fýra góð og lærurík ár, og hetta hevur verið sera gevandi fyri meg, men eg kenni nú, at tíðin er komin at royna okkurt annað og loyva øðrum kreftum framat á Glasi, staðfestir Bogi Bech Jensen millum annað í uppsagnarskrivinum.
Til nýggjur rektari verður settur, verður Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, virkandi rektari. Hann fer tó at kunna heita á Boga Bech Jensen í uppsagnartíðini, um tørvur verður á tí, sigur Mentamálaráðið.