Skúli ella ellisheim??? – Hvat meinar tú við, Marin Katrina?

Tað er einki minni enn ein journalistiskt gøla, at býráðspolitikarar í Havnini ómótsagdir sleppa væl frá at seta málið um 10nda í Kommunuskúlanum upp móti framtíðar bygging av ellisheimi í kommununi ...

Havnin hevur í løtuni fýra tilboð um 10nda flokk til sín blómandi ungdóm. Fýra tilboð, rótfest í góðum barnaskúlum, sum spjaddir eru út um alla kommununa.
Børn í Havn eru glað um sínar skúlar, og tað stendur foreldrunum frítt at velja skúla til síni børn. Hetta við skúlavalinum er sera týdningarmikið fyri, at børn og foreldur skulu trívast við tey skúlatilboð, sum eru.
Og í býráðnum eru tey av røttum errin av, at borgararnir í høvuðsstaðnum hava so nógv tilboð at velja í – enn ...

Apropos frítt skúlaval ...
Men tá ið tað kemur til 10nda flokk er sambært summum býráðspolitikarum brádliga vent í holuni.
Nú skulu foreldur og næmingar ikki longur sleppa at velja.
Nú skal tað ikki longur vera upp til skúlaleiðslu og lærarar at taka sær um reiggj og geva børnunum avbjóðandi og viðkomandi skúlagongd, ið kann fyrireika tey til víðari lesnað, fyrireika tey til arbeiðsmarknaðin.
Á Kommunuskúlanum hava vit lagt okkum eftir at geva næmingunum í 10nda flokki eitt virðiligt alternativ til útlendskar eftirskúlar, og tí er tað rættiliga skakandi at hoyra limir í fíggjarnevnd býráðsins seta okkara 10nda flokk upp ímóti framtíðarbygging av ellisheimum í Havnini.
Men tað ger Marin Katrina Frýdal kortini.
Í viðtali við útvarpið tann 5ta november segði býráðspolitikarin, at tað kemur at kosta kommununi 25 milliónir krónur, um Kommunuskúlin skal sleppa at varðveita sín 10nda
flokk ...
... elstu borgararnir koma altso at svíða, tí vit á Kommunuskúlanum ikki frivilliga vilja niðurleggja ta skipan, vit hava arbeitt við at betra seinastu 6 árini!!!
Hoyrir tú teg sjálva, kæra Marin Katrina?
Hoyrir nakar journalistur, hvat tað er, hon sigur?

25 milliónir ...
Upphæddin hevur verið nevnd nakrar ferðir. Til dømis nevnir Rúni Djurhuus talið í blaðnum mánadagin 16nda november ...
Men vit mugu spyrja: hví júst 25 milliónir?
Hvaðani stavar tað talið?
Hví spyr eingin journalistur seg fyri í býráðnum, hvaðani tey hava hatta talið?
Hví spyr eingin journalistur, hvat meiningin er við, at kommunan setur 10nda flokk á Tórshavnar Kommunuskúla upp ímóti byggingini av einum nýggjum ellisheimi í Havn?
Hví fer eingin journalistur inn og kannar gongdina í málinum um 10nda flokk í býráðnum?
Hví fer eingin journalistur og kannar, hvat 10ndi flokkur á Kommunuskúlanum hevur kostað kommununi seinnu árini?
Á, nei, tað er jú ikki neyðugt at kanna hetta síðsta, tí tað kunnu vit saktans siga tykkum: 10ndi flokkur á Kommunuskúlanum hevur ikki kostað kommununi nakað sum helst útyvir vanligt viðlíkahald seinastu 6 árini ... tí læraralønir eru ein landsuppgáva ...
So tá ið Marin Katrina nevnir tær 25 milliónir krónurnar, standa vit spyrjandi ... hvat meinar konan við?
Kanska tit journalistar kundu spurt Marinu Katrinu Frýdal, tí tá ið vit spyrja hana, sigur hon bara “eingin er áhugaður í at knúsa nakað sundur, sum riggar væl” ... men hví, mugu vit spyrja, setur hon so ynski okkara – at sleppa at gera eitt skúlaarbeiði, sum riggar – upp ímóti byggingini av ellisheimum?
Hví blandar Marin Katrina tvey mál saman, sum einki hava við hvørt annað at gera?
Vit mugu spyrja, tí vit halda, at man missir meiri fyri minni við at taka 10nda flokk úr Kommunuskúlanum!



Petur Reinert – Rudi Helena Heinesen – Katrin Jákupsdóttir Lindberg –
Regin Marnerson – Marjun Dánjalsdóttir – Jóannis Petersen – Jacob Thomsen – Ingun Hentze – Dorthe Gyldenkærne – Jane Hoydal – Hilmar Joensen –
Hanna Mikkelsen – Elin Djurhuus – Hjørdis Thomsen – Malan Larsen – Páll Poulsen – Martin Karl Olsen – Angelica Nielsen – Ann-Mari av Skarði – Amalia Poulsen – Malan Eyðunsdóttir – Jóan Pætur Midjord – Carl Eli Nolsøe Samuelsen –
Herborg Mikkelsen – Fríðhild Petersen – Hjørdis Heinriksdóttir – Mirjam Jacobsen – Joan Jógvansdóttir – Tonnie Strøm – Jonna Djurhuus – Rúna í Skála – Karin Lange – Árni Vang – Bjørg Djurhuus – Sigri Gaïni – Jóhanna Sofía Petersen –
Jón Kragesteen – Malan Dahl – Sólbjørn Mortensen – Harriet Vágadal –
Brynhild Kamban – Bergur Samuelsen – Gunvør Højgaard – Louisa Johnsdóttir – Anna Dalsgaard – Lillian Dam Jacobsen – Hansina Husgaard – Bergur Rasmussen