Skúli framleiðir sólorku

Vestmanna: Nógv orka verður framleidd í bygdini í hesum døgum.

Her verður bæði framleidd el-orka hjá SEV og orka frá vindmyllunum hjá Røkt. Og mín sann um ikki Vestmanna skúli eisini er farin at framleiða orku úr sólini.
Henda sólorkuskipanin sum Vestmanna Kommuna og SEV hava staðið fyri er nú farin at framleiða elorku.
Hetta er ein royndarverkætlan, sum skal vísa, hvussu nógv ein slík skipan kann framleiða, í mun til hvussu veður og dagsljós er.
Ætlanin er at øll skulu kunna síggja á alnótini, hvussu nógv skipanin framleiðir. Og tey fyrstu úrslitini eru nú klár.
Í august mánaði hevur nevniliga henda sólorkuskipanin framleitt umleið 600 Kwh, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu.