Tíðindini eru ikki nýggj, tó bara enn einaferð staðfest. Føroyski fólkaskúlin er fullur av strongdum lærarum. Niðurstøðan er greið. Í einum skúla, sum skal vera fyri øll og sum skal rúma øllum, missa lærararnir fótafesti og kenna ikki sítt pláss.
Strongdin stórur trupulleiki
Á somu tíð sum vit siga okkum arbeiða málrættað og vitvíst fyri at fáa fólkaskúlan á hægri støði, stríðast vit við trupulleikar sum líkasælar næmingar og foreldur, sum ikki nøktandi røkja skyldur mógvegis skúlanum, næmingar sum órógva, eru ófyrireikaðir, svangir, linir og - eg kundi blivið við. Skúlin hevur stutt sagt ein stóran trupulleika, tað er vantandi virðing, sum sæst aftur í teimum, sum skulu vísa vitan og menning í verki – eitt nú í ársroyndum og PISA royndum. Hetta eru tey, sum skulu læra at hava virðing fyri og kenna týdningin av vitan og persónligari menning.
Mangla siðvenju
Føroyar hava samanborið við onnur lond eina unga skúlasiðvenju. Hugsast kann, at vit ikki rættiliga hava gjørt okkum greitt - bæði sum land, men eisini sum avvarðandi - hvat tað vil siga at bjóða londum við gamlari og málrættaðari skúlasiðvenju sum Finnlandi, Kanada og Japan av í altjóða royndarstiga.
Um vit hyggja at skúlanum í dag, eru fakligu uppgávurnar avgjørt í vanda at missa sín týdningarmikla part av øllum uppgávum lærarans. Tað, sum lærarin í veruleikanum er útbúgvin til, at undirvísa og fáa næmingarnir at mennast í einum sunnum umhvørvi, endar sum ein peruvellingur av alskynd uppgávum, sum eru læraranum meira ella minni óviðkomandi. Hetta eru uppgávur, sum fyrr vóru náttúrligur partur og uppgávur aðrastaðni í samfelagnum.
Uttan siðvenju er torført at vita, hvussu og hvat skal gerast. Tað vil so víðari siga, at vit mugu gera arbeiðið frá grundini. Okkum manglar avgjørt mannagongdir, sum eiga at vera náttúrligur partur av okkara hugsanarhátti. Tað er tvingandi neyðugt, at tørvandi hugburðsbroytingin vísir seg í virðing fyri grundleggjandi uppgávu skúlans, sum er at útbúgva og menna næmingar.
Mangla virðing
Eg eri ikki serliga gomul, men í mínari tíð kallaðu vit eitt fyri fólkaskikk. Hetta var ein almenn góðtikin meginregla fyri, hvat var góðtikið og ikki. Tað vísir seg, at í dag er alt hetta mest sum bara flutt yvir á skúlan at taka sær av. Onnur spæla fríspæl. Trupulleikin sæst í dag best í minkaðu virðingini fyri læraranum, sum fyrr var sjálvsøgd.
Veruleikin er ræðandi, men eisini á ein hátt einfaldur. Tá so nógvar uppgávur skulu liggja í skúlanum, stjelur tað í veruleikanum undirvísingartíðina, sum næmingarnir eiga, og ikki minst kann vantandi virðingin drepa eldhugan hjá læraranum.
Eg havi eina kenslu av, at fólkaskikkurin er á veg út gjøgnum einar sera víðar dyr, har líkasæli duravørðurin ikki finnur seg í at nakar biður hann lata dyrnar aftur. Eingin skal siga honum, hvat hann skal gera. Um vit víðari brúka somu mynd, eri eg rødd fyri, at um vit ikki tala at rættiliga skjótt, verða dyrnar latnar upp á víðan vegg - har eingin skal ella torir at siga nøkrum nakað.
Mangla arbeiðssemi
Um vit hyggja at potentialinum, sum liggur í føroyska fólkaskúlanum, eru heilt víst ótalligir møguleikar at gera hann til ein av heimsins bestu. Tó kemur einki av sær sjálvum – uttan líkasæla.
Eg veit, at tíð skal til at menna og broyta tað, sum nýliga er sett á skinnara. Tó haldi eg, at lærarar skulu aftur fáa sítt pláss sum undirvísarar og fáa amboð og greiðar reglar at loysa størstu gerandistrupulleikarnar, sum eru líkasæla og leti. Arbeiðssemi og dugnaskapur skulu aftur á dagsskránna. Málið er ikki at duga best, men at gera sítt besta.
www.myspace.com/toravidkeldu