Tað gleddi meg at lesa lesarabræv frá foreldrum og formanni í skúlastýrinum fyri Frískúlan í Havn. Tað kendist sum nýggir frískir litir, málað við grovum, góðum, lívligum og beinraktum strokum, í annars heldur døkka málninginum, sum fleiri halda skúlan vera. Gott og neyðugt, at tað verður sett orð á tað, sum virkar.
Tá ið eg var liðug at lesa og grundaði yvir lýsingina av hesum einasta frískúla í landinum, gleddist eg yvir einføldu niðurstøðuna, at hetta er júst tað sama, sum eisini fólkaskúlin er og dagliga ger. Ein mennandi, spennandi og læruríkur heimur, sum hevur alstóran týdning fyri næmingarnar. Kanska var tað bara løgið og forkunnugt, at síggja rós til lærarar og skúla. Sjálvandi helt eg, at hetta mátti vera ein heilt serstakur skúli - tað er hann eisini óivað. Her kunnu vit staðfesta, at sjálvt um fá siga sína hugsan um skúla og skúlaskap, eru tað óivað fleiri, sum hóast alt eru nøgd og gleðast yvir tað, næmingarnir gera í skúlanum – um tey vita, hvat tey gera.
Næmingar burtur frá skúlanum
Um vit ganga út frá, at foreldur í fólkaskúlanum sum heild eru eins nøgd og foreldur í frískúlanum, er nakað, sum ikki heilt gongur upp. Í dag velja fleiri og fleiri foreldur at leggja frítíðarvirksemi fyri børn síni í skúlatíðini. Úrslitið av hesum er, at flokkarnir í ávísum tíðarskeiðum mangla fleiri næmingar, sum ikki fylgja vanligu skúlagongdini í styttri og longri tíðarskeið. Haldi sjálv, at júst hendan tíðin - eins og alt árið - er sera neyðug fyri næmingarnar.
Júst tað, sum varð tikið fram sum avgjørdir fyrimunir fyri næmingarnar á frískúlanum, siga fleiri foreldur í fólkaskúlanum nei-takk til. Fleiri skúlar velja at skipa júst hesa tíðina fyri summarfrítíðina við øðrvísi tilboðum og undirvísing. Hetta merkir als ikki, at tað verður arbeitt minni, sum fleiri halda - kanska heldur meir. Næmingurin missir uttan iva bæði fakliga og sosialt. Grundleggjandi læru, sum er neyðug, og sosial og mennandi samvera, sum ger tey sjálvstøðug. Veit ikki rættiliga, hví fólk eru farin at tosa um, at næmingarnir gera so lítið í juni. Haldi sjálv, at hetta er ein stór misskiljing.
Væl vitandi um, at ein ferð kann vera mennandi, spennandi og lærurík, at foreldur ikki øll fáa frí, tá ið næmingarnir hava frí, og at tað er fleiri ferðir bíligari at ferðast í lágárstíð, haldi eg, at fólk eiga at hava størri virðing fyri skúlanum og leggja frítíðarvirksemi í frammanundan løgdu frítíðini hjá næmingunum, sum hóast alt eru einar 10 vikur árliga.