Skúlin og havið

Tríggir fjórðapartar av heiminum eru hav. Bert hin seinasti triði parturin er land. Land okkara. Tí er neyðugt at ogna sær holla vitan um stóra havið. Hetta er kjarnin í átakinum Ocean98, sum norrønir skúlar varpa ljós á í næstu viku

Sameindu Tjóðir og deild teirra, ið fæst við skúla og gransking UNESCO, hava gjørt av, at árið 1998 skal verða altjóða havár.

Eins og Fiskirannsóknarstovan og aðrir føroyskir stovnar eru við í hesum tiltaki, so er eisini føroyska skúlaverkið við í átakinum.

Samtykt er, at í øllum Norðanlondum, verður fyrsta vikan í november, t.e. vika 45, sett av til ymiskt arbeiði, ið hevur við havið at gera.

Aðalmálið er, at undirvísingin í bæði fólkaskúla- og miðnámshøpi, í høvuðsheitum snýr seg um hav og havumhvørvi, hesa vikuna.


Hópin av tilfari

Í flestu lærugreinum er hópin av tilfari, har havið er evnið. Bæði í skaldskapi og í yrkisbókmentum. Eisini eru fleiri spæli- og dokumentarfilmar, ið á ymsan hátt taka støði í havinum og tí sum har er.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sent øllum skúlum bræv um tiltakið, har uppskot um verkevni verða nevnd. Eisini verða stovnar nevndir, ið hóskiligir eru at vitja og sum vilja lata dyrnar upp fyri skúlanæmingum hesa vikuna.


Framsýning á Landsmiðstøðini

Á landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð er í løtuni framsýning við tilfar, bæði bókum, filmum og øðrum, ið tengt er afturat havinum. Fleiri av bókunum eru í floksetti og fáast til láns, tá framsýningin er av. Ætlanin er nevniliga, at framsýning skal vera ein kveikjari hjá áhugaðum lærarum.

Yvirlit, ið sýnir bæði føroyskar og danskar bøkur í floksetti, eins og videofilmar, er tókt á Landsmiðstøðini.


Framsýning í Oslo í sambandi við norðurlendskan ráðharrafund

Í hesum sambandi verður í viku 46 ein norðurlendsk framsýning av næmingaarbeiði, sum hevur við havið at gera. Úr Føroyum eru tveir bólkar bodnir við. Frá Eysturskúlanum fer Edvard Rasmussen við tveimum næmingum: Erik Jespersen og Beinta Johansen. Frá Føroya Studentaskúla í Hoydølum fer Holger Arnbjerg við tveimum studentum: Kári Davidsen og Dan Jacobsen. Eisini fer Lissi Hansen, lærugreinaráðgevi í lívfrøði við.


Internetið og video

Men tilfar finst eisini aðrastaðni. Eitt nú á internetinum og í videobúðunum.

Á internetinum fæst samband við altjóða heimasíðuna hjá ST og ætlan teirra, sum rópast Ocean 98. Leitistaðurin er www.ocean98.org. Felags norrøna heimasíðan er www.nordenshav.org

Í videobúðum er eisini vert at kunna seg um nýggjar filmar. Eitt nú fæst tiltikni filmurin um »Titanic« (1997) nú til keyps, eins og áhugaverdi, franski kavarafilmurin »The Big Blue« (1988) fæst til láns í videobúðum.


Mánakvøldið 2. november

Havið kring Føroyar í klimasamanhangi


Kl. 19.00 Bogi Hansen: Havið kring Føroyar

Kl. 19.30 Knud Simonsen: Ber til at spáa um broytingar í havinum?


Steðgur og rundvísing (Hvørt av teimum 5 steðgiplássini vera mannaði við fólki at siga frá)


Týskvøldið 3. november

Æti á Landgrunninum

og livikorini hjá bjargafugli


Kl. 19.00 Eilif Gaard: Æti

Kl. 19.30 Bergur Olsen: Bjargafuglur


Steðgur og rundvísing


Mikukvøldið 4. november

Fiskar í føroyskum sjógvi


Kl. 19.00 Petur Steingrund: Botnfiskar

Kl. 19.30 Jan Arge Jacobsen: Fiskar ið liva uppi í sjónum


Steðgur og rundvísing


Hóskvøldið 5. november

Burðardyggur fiskiskapur

(Hvørt innlegg verður 10 min.)


Kl. 19.00 Hjalti í Jákupsstovu/ Jákup Reinert, Fiskirannróknarstovan: Fiskiskapur við ábyrgd

Kl. 19.15 Árni Dam, umboð fyri vinnuna: Hvussu ynskir vinnan at verða stýrd?

Kl. 19.30 Herman Oskarson, skrivari í Búskaparráðnum: Hvussu skilagott fiska vit í kronum og oyrum?

Kl. 19.45 Kjartan Hoydal, formaður í Skipanarnevndini: Arbeiðið hjá Skipanarnevndini


Steðgur og rundvísing


Kl. 20.15 Orðaskifti við omanfyrinevndu panelluttakarum, orðstýrari Jógvan Mørkøre.Fyrilestrar á

Fiskirannsóknarstovuni