Skúlin skal betrast ikki klúgvast í fólkaskúlar og privat skúlar

Í fólkaskúlanum verður støði lagt undir lívslongu læringina.

Hetta eru virði, sum er fortreytin fyri at skilja egnu mentan og tað góða, ið kann fáast úr øðrum mentanum. Lívslanga læran er bæði persónlig og faklig menning, men fólkaskúlin skal ikki geva nakran "fasitlista" til allar lívsins spurdómar. Foreldur og lærarar hava felags ábyrgd fyri skúlanum og eiga at samvinna og stuðla hvør ørðum. Men skulu vit menna føroyska fólkaskúlan, tá er tað ein fortreyt, at vit hava ein felags fólkaskúla og ikki minka ella klúgva játtanina til føroyska skúlaverki í almenna fólkaskúlan og privatar skúlar.

Játtanin má hækkast.
Fólkaskúlin kundi veri nógv betri, men forðingin fyri einum betri fólkaskúla er, at skúlin ikki fær tað játtan, sum krevst. Nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til, at undirvísingin skal tillagast til tann einstaka næmingin. Næmingarnir eru sera ymiskt fyri, og tí kann lærarin fáa eyka lærara til næmingar við serligum tørvi. Men av illvilja frá politiskari síðu, so fáa skúlarnir bert 1/3 av teimum tímum, søkt verður um. Lærarafelagið vísti á, at nýggja fólkaskúlalógin fór at kosta yvir 100 mio. kr. at seta í verk, og seinastu árini er játtanin hækka við einans 70 mio.kr. T.v.s. at her mangla yvir 30 mio. í fyri at gjalda tann meirkostna, sum fólkaskúlalógin ber við sær. Afturat tí skal so havast í huga, at fólkaskúlin ongantíð fekk tað aftur, sum varð spart í fyrru helst av 90´unum, og sum víst á omanfyri, so hevur hendan samgongan skert skúlan yvir 30 mio.kr. netto. Hetta gerst ikki betri, um vit seta á stovn privatar skúlar, sum skúlamálaráðharrin er farin at sverma fyri. Um vit býta játtanina út á fleiri skúlar, so merkir tað bara at færri pengar eru til verandi skúlar, og t.v.s. ein verri føroyskur fólkaskúli.

Eins møguleikar.
Tí kann málið um at stovnseta frískúlar ikki fatast sum annað enn uttanumtos frá samgonguni. Betri hevði verið, at hon smoygdi upp um armar og royndi at betra viðurskiftini, sum hin føroyski fólkaskúlin skal virka undir.
Meginreglan í føroyska skúlanum skal vera, at øllum skal tryggjast ókeypis undirvísing og somu møguleikar. Sosialu umstøðurnar hjá barninum skulu ikki hava nakra ávirkan á, hvussu góðan ella vánaligan skúla eitt føroyskt barn skal ganga í. Men hesin skilnaður kemur í kjalarvørinum av privatum skúlum.

Í herna móti sosiala arvinum.
Heldur enn at býta børnini sundur áttu vit eins og grannalondini at fara í herna móti negativa sosiala arvinum. Ein máti at herða hetta stríð er, at betra eftirútbúgvingina av lærunum og soleiðis styrkja vitan teirra um, hvussu sosialir trupulleikar arvast. Vit mugu brynja føroyska fólkaskúlan til framtíðina. At gera sum Tjóveldisflokkurin og tosa um yvirtøkur, men ongan áhuga vísa fyri tí, ið yvirtikið er, skal skiftast út við ein politikk, sum setir "Fólkið Fyrst."

Sterk felags virði.
Nýggi politikkurin skal hava sum mál at fyrireika uppvaksandi ættarliðið til at liva og virka í einum samhaldsføstum, fólkaræðis samfelag. Vit skulu minnast til, at sterk felags virðir skapa ein sterkan felagskap, og tey virðir, sum bera fólkaskúlan í dag, eru somu virði, sum bera samfelagið, tá næmingarnir gerast vaksnir og skapa komandi føroyska samfelagið.

Vanvirða læraran
Allir næmingar skulu læra at lesa, skriva og rokna. Men í alheims samfelagnum er hetta ikki nokk. Skúlin skal eisini styrkja kreativitet, samstarvsevni og sjálvbjargni. Harafturat skulu næmingarnir hava tamarhald á kunningartøkni. Eisini kunnu nevnast øll tey kravdu undirvísingarevnini og soleiðis kundi verði hildið fram. Hetta og mangt annað skal skúlin eisini taka sær av. Politiski myndugleikin leggur ikki í at viðgera, hvussu hetta skal gerast. Nýggja fólkaskúlalógin er ein góður karmur, men Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at skúlaverkinum tørvar hægri játtan. Sáttmálasettu lærararnir vóru eisini í verkfalli fyri at fáa samgonguna at fara til verka og geva skúlanum umstøður at virka undir. Men nú kunnu vit bara staðfesta, at hóast føgur orð so er onki hent, og nú løgtingsvalið nærkast, roynir skúlamálaráðharrin at fáa Løgtingið at tjakast um frískúlar og vónar, at veljarin gloymir vanstýringina av føroyska skúlanum.