Magnus Heinason er komin aftur av túri á Føroyabanka, har teir gjørdu heyst yvirlitstrolingar. Eins og undanfarin ár keypir matstovan Barbara í Gongini henda ediliga fiskin til sítt matstovuvirksemi.
Í morgun varð fiskurin skorin til flak uppi á Hotel Føroyum og teir, ið førdu knívin, vóru Ólavur Sjúrðarberg og Ólavur Heinesen í Leirvík, ið greiddu sína uppgávu væl úr hondum.
Høvuðskokkurin á matstovuni Barbaru, Jákup Sumberg og Johan Mortensen, íbirtari, vóru eisini á Hotel Føroyum í morgun, tá fiskarnir vórðu skornir.
Magnus Heinason hevði umleið 30 stórar toskar, einar 100 vælvaksnar hýsur og væl av smáum høgguslokki, sum matstovan keypti og fer at borðreiða við.
- Fiskurin er stórur og feitur, og magarnir vóru fullir av nebbasild og høgguslokki. Størsti toskurin vigar um 30 pund, og tær størstu hýsurnar viga eini sjey pund. Hetta er stórur og góður fiskur.
Tað segði Ólavur Sjúrðarberg, tá In.fo vitjaði á Hotel Føroyum í morgun. Í vár, tá Magnus Heinason gjørdi vár yvirlitstrolingar, skóru Ólavur Sjúrðarberg og Ingvar Joensen fiskin í túninum við Áarstovu.
Høvuðskokkurin á Barbaru, Jákup Sumberg, sigur, at meginparturin verður skorið til flak og saltað á Vaðhorn á Strondum. Ein partur av hýsuni og minna toskinum verður tó borðreitt fesk.
- Einki fer til spillis uttan sjálvar táknurnar. Lippur verða skornar, og kjálkarnir verða ræsaðir. Ryggir og høvd verða fryst og brúkt til bót til suppu, sum vit eisini fara at borðreiða við á matstovuni.
Jákup Sumberg sigur, at einir tveir stórir toskar verða ráskornir, har ryggurin verður tikin burtur úr, og síðan verða teir hongdir upp at ræsa til borðreiðing á Barbaru.