Skótahúsið, sum Búsetur byggir fyri KFUM-skótarnar við Løkin í Runavík, stendur nú meiri at kallað innilokað. Endarnir í miðbygninginum eru tó ikki lokaðir inni enn. Her kemur glaskonstruktión at standa, og henda verður ikki sett í fyrr enn móti endanum av byggingini.
Bygningurin verður 580 fermetrar stórur í einari hædd, og kostnaðurin av samlaðu verkætlanini verður umleið 7 miljónir krónur.
Sjálv byggingin byrjaði síðsta heyst, og tá mai mánaði fer at halla, stendur skótahúsið ætlandi liðugt at taka í nýtslu.
Tá Búsetur við undirveitarum verða lidnir við sítt arbeiði væntandi í endanum av apríl, er ætlanin, at ein partur, sum tá verður eftir, skal gerast sjálvboðið - av skótum, úlvum og familjum, ið hava tilknýti til skótarnar.
Her verður mest hugsað um fríðking av økinum og ymisk onnur smáttaríir.
KFUM-skótarnir við Løkin hava fingið tvær miljónir krónur í stuðli frá danska LOA-grunninum, og eisini hava Runavíkar kommuna og almennu Føroyar veitt verkætlanini stuðul.
Verkætlanin við skótahúsinum í Runavík verður í størst møguligan mun fíggjað við stuðli, gávum og ymiskum tiltøkum, eitt nú afturvendandi málningaframsýning um páskirnar.
Skótahúsið í Runavík, ið líka sum verður bygt í trimum lonum, verður vælegnað til ymisk tiltøk og endamál, tí her verða flytbarir veggir, soleiðis at rúm kunnu gerast størri og smærri - alt eftir, hvør tørvurin verður.