Skótalið 35 ára dag síðan endurstovnan

Skótaliðið Royndin helt á grækarismessu í ár sín 35 ára dag síðani endurstovnanina í 1968. Upprunaliga stovnanin fór fram í 1940

Skótarnir í Vági skipaðu aftur í ár fyri grækarismessuhaldi, sum teir hava gjørt tað í mong ár. Men í ár var nakað fyri seg, tí samstundis hátíðarhelt Skótaliðið Royndin sín 35 ára endurstovningardag.
Upprunaliga var liðið stovnað í 1940, tá E. Thulesen var prestur í Vági. Skótaarbeiðið helt fram, til einaferð í sekstiárunum, men datt niðurfyri. Í 1968 tóku fólk seg saman og endurstovnaðu Royndina. Kjartan Mørkøre var prestur í Vági tá, og afturat honum vóru millum aðrar Jákup Olsen og Jóannes Fonsdal. Jákup Olsen var tá útbúgvin lærari og hevði sonevndu Gilwell útbúgvingina, hægstu leiðaraútbúgving hjá skótum.
Søguligt
Í sambandi við 35 ára dagin fyri endurstovnan, var opið hús í skótahúsinum í Vági, eftir sjálvt grækarismessuhaldið. Har var lagt fram nógv av tí tilfari, sum er til um virksemið hesi árini - heilt aftur til 1940, tá upprunaliga stovnanin fór fram.
Og tað er rúgvusmikið tilfar og tíðarkrevjandi at kaða ígjøgnum allar myndabøkurnar og allar dagbøkurnar ella gerðabøkurnar hesi árini síðani 1968. Ella longur aftur. Til eru nevniliga brot úr dagbókini frá 1940 hjá Thulesen presti og gamlar myndir eru eisini til skjals. Ein sannur gloypibiti hjá honum, sum ætlar sær innlit í samtíðarsøgu og skótalív, ella hevur hug at kanna ella skriva skótasøguna.
Gulnaðu síðurnar siga ikki so lítið um farnar tíðir, samanhald, stríð og felagslív.
Her skal tó gangast heldur lættari og skjótari fram yvir tíðarmerkingar og søgan sigast í stuttum.
Tann 27/7-1940 skrivar Thulesen m.a. soleiðis í dagbók sína: Ved titiden kom Erling og Thorkild......de nærede Ønske om at komme i Arbejde. Vi fik sat nogle Grøfter af, som de kunne have at more sig med. Men den samtale vi fik, kan maaske faa større Betydning, da den gav Udtryk for en Trang til et eller andet særligt Arbejde for Ungdommen her i Vaag. Større Forhaabninger maa man dog ikke knytte hertil naar man kender Forholdene.....
Og tann 2/8 1940 skrivar Thulesen, at hann hevur havt vitjan av Ejvind (Dahl), Erling (Poulsen) og Torkil (Beder). Tosað varð um áhuga og møguleikar fyri skótaarbeiði og farið varð beinaveg til verka.
Thulesen er so í KFUM í Havn og fólk frá KFUM vitja eisini suður. Eftir guðstænastuna 11/8 í 1940 skrivar Thulesen, at í Meinigheitshúsinum var fundur, og at tríggir teir fyrstu skótarnir vórðu "indviede". Nøkur møttu til fundin, men tað kundu verið fleiri, viðmerkir Thulesen í dagbókini. Johan Vejhe - vegna KFUM Tórshavn - endaði fundin á bergtakandi hátt og ynskti framgongd og gott arbeiðslag framyvir.
Húsið
Tilfari er nóg mikið av, ætlar ein sær innlit í skótaarbeiðið og søguna farnu 35 árini, síðani endurstovnan í 1968. Men nøkur ritgerð verður ikki skrivað á hesum sinni, men heldur eitt stutt yvirlit yvir farnu árini.
Dag- ella gerðabøkurnar eru nakað fyri seg og stuttligar at hyggja í. Í onkrum av teim fyrstu eru enntá myndir frá ymsum hendingum, so sum fundum ella hugnaløtum við framførslum, smáleikum.
Dagbøkurnar eru sum heild eisini vældokumenterðar við tekningum um tað, sum farið er fram.
Til stuttleika kann takast í nøvnini á fundarluttakarunum á fyrstu síðunum í bókum frá 1968/69.
Í patruljuni Falkur vóru í 1968 Bergur Godtfred, Skuli Magnussen, Albert Hentze, Palli Hansen. Í patruljuni Ørvaroddur vóru Regin Debes, førari, Frank Poulsen, hjálpari, Jákup Thomsen, Jónsvein Nielsen, Kjartan Strøm, Pól Hammer, Símun Midjord, Páll Sumberg.
Mongu bøkurnar eru áhugaverdar, men vit leggja tær frá okkum her.
Eftir at hava hildið til í meinigheitshúsinum í mong ár, vórðu tøk tikin í 1990, tá gjørt varð av at keypa eitt fjós við tí endamáli at byggja um til skótahús.
Frá keyptu húsunum - fjósinum - og til lidna skótahúsið, sum í dag stendur, er langur vegur. Húsið varð keypt fyri eini 800.000 krónur og síðani sett í stand fyri aðrar 800.000 krónur, so tað at enda stóð í 1,6 millión. Og hetta var tungt í ringastu krepputíðum, men tung tøk eru tikin og góður stuðul fekst frá kommununi í mong ár, so í dag stendur væl til og húsini eru nógv niðurgoldin. Nógv verður gjørt við at leiga út til ferðavinn-una og koma bólkar úr bæði Føroyum og úr útlondum í húsini at búgva.
Jóansøkan er í Vági annað hvørt ár og hava skótarnir tá tiltøk og gevur hetta sera gott ískoyti.
Men góður stuðul er eisni frá teim mongu, sum ósjálvsøkin geva eina hjálpandi hond, og sum valla nakrantíð verða nevnd, sigur heimildarmaður okkara, Albert Hentze, sjálvur skóti og ein drívmegi í 35 ár.
Men tað eru nakrar, sum hann heldur eiga at koma fram í ljósmála, tað eru tær sonevndu "bingokonurnar", sum við bingotiltøkum muna væl í rakstrinum. Tær eru Ásgerð Steenberg, Marjun Midjord, Marna Augustinusen, Gunfríð Hvanná og Dania Eyðunson.
Myndabøkurnar tala sítt klára myndamál um, at mangar hava legurnar verið og eisini ferðirnar uttanlands eru nakrar.
Í Danmark hevur Royndin verið tvær ferðir, í Íslandi og Svøríki tvær ferðir og í Noreg og Niðurlondum. Og depilin á Selatrað fyllir nógv, men søguligar og stuttligar eru eisini myndir av minniligu leguni frá 1976 við Leynavatn, tá alt flotnaði.
Albert Hentze hevur, saman við t.d. Michael Henriksen, sála, verið drívmegi handan skótaarbeiðið í Vági síðani 1968. Nýggj fólk leggjast afturat og í dag sær gott út við uppmøting og leiðarum. Tað hevur annars m.a. verið leiðaratørvur, sum áður hevur lagt skótaarbeiði lamið, men framtíðin tykist ljós, nú 35 ár eru síðani endurstovnanina av Royndini í 1968.