Skaðanevndin mælir til at bøta um trygdina á flogvøllinum í Vágum

Í kjalarvørrinum á einum túri hjá Atlantsflogi í vár sum var við markið

til at vera forsvarligur, heldur danska skaðanevndin, at ein veðurradari eigur at verða settur upp við flogvøllin í Vágum, fyri at bøta um trygdina

Danska skaðanevndin fyri flogferðslu mælir nú til at seta ein veðurradara upp við flogvøllin í Vágum.

Tað sigur danska kringvarpið frá donsku skaðanevndini

Tilmælið frá skaðanevndini kemur í kjalarvørrinum á einum túri hjá Atlantsflogi úr Vágum til Keypmannahavnar tann 7. februar í ár, tá ið flogfarið heilt óvæntað kom í ógvuliga kraftigan turbulens við 87 ferðafólkum umborð, saman við eini manning upp á sjey fólk.

Skaðanevndin sigur, at avgerðin um at fara í luftina hendan dagin var upp undir markið til tað forsvarliga, soleiðis sum umstøðurnar vóru.

Tað var rokstormur hendan dagin, men av royndum væntaðu flogskipararnir at líkindini fóru at batna, tá ið ættin skifti.

Ættin skifti eisini og vindurin varð innanfyri mark og tí fór flogfarið upp frá. Men tá ið teir høvdu flogið eitt sindur, kom flogfarið óvlntað í so kraftigan turbulens, at tað misti nógv av ferðini.

Fyri at fáa ferð á aftur flogfarið, mátti flogskipararnir stevna nøsini niðureftir aftur.

Ongin meiðslaði seg og flogfarið helt síðani leiðina fram til Keypmannahavnar. Í Keypmannahavn varð flogfarið kannað, men onki var hent við tí.

Skaðanevndin metir eisini, at flogskipararnir høvdu tamarhaldið á flogfarinum alla tíðina.

Skaðanevndin heldur ikki, at útgerðin á flogvøllinum í Vágum er nóg góð og mælir sostatt til at veðurradari verður settur upp fyri at geva betri mátingar.

Sma tilmælið fekk flogvøllurin eftir at Gulfstream flogfarið fór fyri 12 árum síðani í 1996, men enn er hetta ikki fingið í rættlag