Skaðar kostaðu

1. deild: NSÍ megnaði ikki at skipa seg nóg væl, eftir at tveir av lyklaleikarunum noyddust av vøllinum, og so kundu vágbingarnir tryggja sær trý stig afturat

VB-NSÍ 3-1 (0-0)


At prátið hjá vágbingum um at blanda seg meira í oddin hetta kappingarárið ikki bara hevur verið reyp, tykist nú vera próvfast.

Vágbingar hava, fýra umfør eru leikt, lagt seg á triðovasta sessin á stigatalvuni, og var tað ikki fyri ótrúliga avrikinum hjá B71 málverjanum fyri fjúrtan døgum síðani, høvdu vágbingar helst verið einsamallir á næstovasta sessinum.


Trýstu nógv

Vónbrotið um tapið móti sandoyingum mundi tó vera skúgvað til viks sunnudagin. Runavíkingar, sum undan dystinum vóru ósigraðir, komu nevnliga á vitjan, og hóast tað enn er nakað tíðliga á árinum, so var ein sigur sera týdningarmikil fyri báðar partar, tí við hesum kundu teir halda sambandi við líka til oddaliðið, sum hevði eina á pappírinum lætta uppgávu á heimavølli.

Tað var skjótt greitt, at vágbingarnir undir ongum umstøðum ætlaðu sær, at stigini skuldu fara av aftur oynni, og alt fyri eitt løgdu teir eitt stórt trýst á NSÍ liðið.

Runavíkingar megnaðu tó at standa ímóti trýstinum, og verður sæð burtur frá einstøkum skotroyndum, høvdu vágbingarnir ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir.

Hinvegin hevði trýstið eisini við sær, at NSÍ hevði ógvuliga ilt við at fáa glið á sítt spæl, og tó var nakað langt millum royndirnar hjá teimum.

Sum hálvleikurin leið, fekk NSÍ tó betri tak á. Eisini fingu teir nú okkurt høvið til at skjóta upp á mál, og eitt av hesum skotum noyddi eisini Bjarna út í fulla longd.

Fyrra umfarið endaði tó málleyst, og hóast positivu gongdina móti endanum av hálvleikinum, so mundu runavíkingar ikki vera ónøgdir um hetta.


Dreymabyrjan

Seinni hálvleikur kundi nærum ikki fingið eina betri byrjan, sæð við eygunum hjá gestunum. Seinni hálvleikur var ikki minutt gamal, tá Dánjal Hansen úr 18 metra fjarstøðu langaði bóltin í netið.

Hóast skelkin um málið, so royndu vágbingarnir kortini at spæla sítt egna spæl, og eftir lítið korter, gav hetta eisini úrslit.

Venjarin hjá runavíkingum, Trygvi Mortensen, var tó alt annað enn fegin um verjuspælið, tá Robert Cieslewicz slapp at stinga bóltin inn um verjuna, so VB-venjarin, Krzystof Popczynzki kundi fáa javnvág í roknskapin.

Bæði liðini royndu nú hvør í sínum lagi at avgera dystin, men líkt var kortini til, at liðini vóru somikið javn, at javnleikur skuldi gerast úrslitið.

Tá góðir 10 minuttir vóru eftir, noyddist Djóni N. Joensen tó av vøllinum við einum sonevndum trælærið, og løtu seinni var túrurin komin til Gert Langgaard, sum somuleiðis fór haltandi av vøllinum.

Runavíkingar vórðu tí noyddir at seta tveir nýggjar mans inn, og áðrenn hesir høvdu leikt seg heitar, høvdu vágbingar gjørt sær dælt av støðuni og lagt seg á odda.

Teir leiktu seg ígjøgnum úti í síðuni, og tá sent varð innfyri, var altíð vandamikli Jón Pauli Olsen fyrstur á, so VB nú var á odda.

Sum vera man, so royndu runavíkingar nú at trýsta, fyri at fáa í øllum førum annað stigið við sær, men ístaðin slerdi VB kontra, so dysturin varð avgjørdur.

Eftir mótálop varð bólturin stútaður móti málinum, men Sjúrður Jacobsen vardi fyri við hondini.

Reytt kort til Rúna, og tá Krzystof eftirfylgjandi setti brotssparkið í netið, var dystrin at kalla avgjørdur.

Seinastu minuttirnar hendi millum lítið og einki, heimaáskðararnir kundu sostatt fegnast um fyrstu stigini á heimavølli hetta kappingarárið.


VB fylgir við

Sum nevnt, so hevur VB nú leikt seg upp á triðja plássið á stiatalvuni, hóast HB við sigri í útsetta dystinum móti FSV kann skumpa teir eitt pláss longur niður.

Komandi vikuskiftið verður tað júst HB, sum verður mótstøðuliðið hjá vágbingum, og hóast hetta kann tykjast sum stórur biti, so hava vágbingar havt sera góð úrslit móti júst HB seinnu árini.


Við tapinum fullu runavíkingar aftur á sætta plássið, men hetta kann broytast, um teir sunnudagin megna at fáa trý stig burtur úr lokaluppgerðini móti GÍ. Kunnu teir tað, eru teir aftur væl við í kappingini um fremstu plássini.


VB-NSI 3-1 (0-0)

0-1 Dánjal Hansen 46.

1-1 Krzystof Popczynzki 58.

2-1 Jón Pauli Olsen 80

3-1 Krzystof Popczynzki (br.) 89.


Dómari: Kim Ejdesgaard