Mikukvøldið og um vikuskiftið verða FM-finalurnar í hondbólti leiktar. Men trý av teimum fýra finaluliðnum mugu ásanna at hópurin er skerdur vegna skaðar.
Hjá VÍF-kvinnum var ein av lyklaleikarunum, Marianna Holm Jacobsen, óheppin at fáa enn ein knæskaða herfyri. Skaðin er somikið álvarsligur at tað ikki er hugsingur um at hon kann spæla finalurnar.
Les eisini: Marianna aftur drúgvan knæskaða
Hjá mótstøðulið teirra, Kyndli, hevur tað hinvegin eydnast at sleppa undan óhappum, og tað frættist úr Kyndlaleguni at allir leikarir eru tøkir.
Í mansfinaluni stríðast báðir partar við skaðar.
Í Neistanum vónaðu tey at Teis Horn Rasmussen, eftir langan skaðasteðg, fór at gerast til reiðar at spæla finalurnar, eftir at hann hevði bæði vant og spælt seinastu vikurnar. Tó kendist skaðin ikki væl hjá Teisi, og hann má tí geva avboð at spæla finalurnar.
H71-hópurin hevur verið sera skerdir seinastu vikurnar, og fleiri leikarar hava sitið uttanfyri við skaðum og snuddum. Tó tykist tað sum teir flestu eru til reiðar at spæla, hóast at Pætur Thomsen er sera ivasamur.
Heilt vist er tað eisini, at toppskjúttin á liðnum, Hilmar Leon Jakobsen, ikki fær spælt og hoyvíkingar mugu klára seg uttan umráðandi bakkin.
Skaðum sleppa lið ongantíð undan, men uttanveltaðir áskoðarar harmast helst um, at so nógvir berandi leikarir ikki fáa luttikið í finalunum.
Skráin fyri finalurnar:
Fyrri finaludagur mikudagin 18. Apríl
Kyndil – VÍF kl 18:00 í høllini á Hálsi
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus
Neistin – H71 kl 20:00 í høllini á Hálsi
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Seinni finaludagur leygardagin 21. Apríl
VÍF – Kyndil kl 16:00 í høllini í Vestmanna
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík
H71 – Neistin kl 19:00 í Hoyvíkshølini
Dómarar: Arnar Dam og Gert Hansen
Møguligar triðju finalur verða leiktar soleiðis sunnudagin 22. Apríl
VÍF - Kyndil kl 16:00 í Vestmanna
H71 - Neistin kl: 19:00 í Hoyvík