Skaðin hjá Thor kostar 300 mió. kr.

Forstjórin á Thor roknar við, at tað fer at kosta einar 300 mió. krónur at umvæla risatrolarnar hjá felagnum. Umvælingin av Hercules kemur helst upp á 200 mió. krónur, meðan Athena fer at kosta einar 100 mió. kr.

Skipabygging

Sjálvt um altjóða reiðaríið í Hósvík hevur verið sera óheppið í seinastuni við tveimum eldsbrunum umborð á skipum, so hevur leiðslan í Thor ikki mist mótið av teirri orsøk.

Í dag fór fyrri nýbygningurin á Skála av bakkastokki, sum er eitt 55 metra langt veitingarskip, ið kostar 75 mió. krónur at byggja. Skipið skal vera liðugt í november, tá tað fer í vinnu. Í løtuni verður stál skorið til næsta skipið, sum verður eitt systirskip til Thor Alpha, sum hetta skipið eitur.

Upphæddin fyri tey bæði skipini er tó bert helmingurin av, hvat tað fer at kosta at umvæla risatrolararnar Hercules og Athenu, sum eldur kom í ávikvist 21. apríl og 4. juli. Tíbetur fyri felagið eru skipini væl tryggjaði, tí sambært forstjóranum í Thor, Hans Andrias Joensen, fer umvælingin av Hercules at kosta 200 mió. kr. og á Athenu 100 mió. kr.

Sambært forstjóran koma eldsbrunarnir ikki at hótta felagið á nakran hátt, men givið er, at felagið missir stórar inntøkur, meðan skipini ikki eru í fiskiskapi.

Spurdur um tað ikki hevði loyst seg betri at bygt nýtt, sigur Hans Andrias Joensen, at tað ger tað langt frá. Bara annað skipið kostar góðar 400 mió at byggja sum nýbygningur. Hartil er leveringstíðin eisini sera long.