Enn ber ikki til at siga, hvussu nógvan pening herverkið í skúlanum við Ósánna fer at kosta. Týsdagin ruddaðu fólk framvegis upp, eftir at onkur sunnunáttina hevði tømt eldsløkkjarar í skúlanum.
Serkønir teknikarar skulu kanna øll tey elektronisku tólini fyri at vita, um tey rigga. Tí ganga í øllum førum nakrir dagar, áðrenn tað verður greitt, hvussu stórur skaðin er í krónum og oyrum.
Mánadagin og týsdagin var skúlin stongdur, og skúlastjórin Símin Petur Hjelm vónaði týsmorgunin, tá vit høvdu hann í telefonini, at hann lat uppaftur mikudagin. Uppruddingararbeiðið er tó so umfevnandi, at tað framvegis var ivasamt, um skúlin lat uppaftur sum ætlað. Møguliga sleppa næmingarnir ikki í skúla fyrr enn hósdagin.