Cristiano Ronaldo er á gáttini at seta met í Champions League, men ein skaði kann steðga honum í tí. Í 3-0 sigrinum á Borussia Dortmund í gjár mátti Cristiano Ronaldo lata seg útskifta vega pínu í knænum.
Fyrstu meldingarnar siga, at talan ikki er um álvarsligan skaða. Carlos Ancelotti er siteraður fyri at siga, at útskiftingin var meiri fyribyrgjandi enn nakað annað. Tað er óvist um Cristiano Ronaldo verður tøkur til dystum um vikuskiftið móti Real Sociedad, men mett verður, at hann spælir aftur heilt skjótt.
Cristiano Ronaldo skal bara skjóta eitt mál afturat í hesi Champions League kappignini, fyri at seta nýtt met sum tann spælarin, ið hevur skotið flest mál í einum Champions League kappingarárið.
Í gjár skoraði hann sítt 14. mál. Hann hevur nú metið saman við José Altafini (AC Milan; 1962/63), Ruud Van Nistelrooy (Manchester United; 2002/03) og Lionel Messi (2011/12).
Sostatt skuldi ligið væl fyri hjá heimsins besta fótbóltsspælara at sett nýtt Champions League met. Hetta var hansara dystur nummar 100 í Champions League. Hann hevur spælt 52 dystir fyri Manchester United og 48 dystir fyri Real Madrid.