Matstovan Skáin í Niels Finsensgøtu fer nú undir nýtt tónleikatiltak.
Ætlanin er at hava fólkatónleik í vikuskiftinum, og í tí sambandium fer Skáin at hava opið longri út á náttina.
Farið verður undir tiltakið beinanvegin, og hetta vikuskiftið fara tveir av okkara kendu tónleikarum at seta gongd í. Teir eru Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen.