Á skránni stendur Rannvá. Men hon mátti melda avboð, og tí varð Finnur Koba boðsendur.
- Eg skal faktist spæla í kvøld. Steintór ringdi til mín fyrrapartin og spurdi, um eg kundi syngja í staðin fyri. Tað vildi eg sjálvandi, og nú eri eg her, sigur karismatiski Dagur og Vika verturin.
At koma upp á eitt so stutt skotbrá er ikki nakað, sum nervar Finn.
- Tað var ongin trupulleiki fyri meg. Kanska er tað tann nógva rutinan, sum ger tað, sigur Finnur.
- Mær dámar væl at spæla á Summarfestivalinum. Fyriskipararnir eru øgiliga blíðir og professionellir, og tey duga so væl at samskipa alt.
Eitt navn, hevur verið fast inventar á Summarfestivalinum, og tað er Páll Finnur Páll. Í ár standa teir tó ikki í skránni.
- Tað læt seg ikki gera í ár. Hinvegin eru vit farnir í summarferiu fyri eina ferð skyld, sigur Finnur flennandi.
Sjálvur sær Finnur fram til ein ávísan bólk í kvøld.
- Eg ætlaði mær at sita heima í Vestmanna í kvøld og hugna mær við einum stoktum búffi. Men nú eri eg á Summarfestival, og eg gleði meg sera nógv at hoyra Tinganest seinni í kvøld, sigur Finnur at enda, áðrenn hann ger seg kláran at syngja nøkur av mongu hittunum hjá Páll Finni Páll á Lítla palli.