Jákup Danielsen
Í valstríðinum, undir samgongusamráðingunum og nú samgonga er skipað, hevur maður og kvinna tosað um skattalætta og ikki minst fjølmiðlarnir halda seg hava okkurt bein at gnaga, men sambært Høgna Hoydal, er bara talan um tunna súpan við bollum í.
Striltið hevur gingið við at fáa orkestrið at halda sama tónalag. Orkesturleiðarin roynir at fáa ljóðførini stemmað, og krímið fánar burtur við teimum nógvu vitaminunum.
Hin fjórða statsmaktin følir seg traðkaða yvir tærnar. Ongin annar sær objektivitetin í teirra annars góða arbeiði, har tað er lesarin, hoyrarin og síggjarin sum taka støðu til dagsins mál. Fakfeløg halda eisini, at nú er spælið spilt mótvegis ætlanunum at gera onkra góða avtalu við arbeiðsgevaran við tí endamáli, at tað verður landskassin ella kommunukassin sum eigur at gjalda komandi sáttmálasamráðing.
Soleiðis vevja vit alt í ein ellibita og fólk, líkamikið hvørjum parti tey halda við, verða ørkymlað. Formaðurin í Búskaparráðnum tykist at halda høvdi kalt og biður menn og konur um at halda sær og hugsa. Biðjur enntá onkran óvildugan um at hugsa ella geva ráð til valdu politikarnar.
Havi fyrr víst á, at skattur er tað, tað almenna krevur inn fyri at reka samfelagið fyri, og lønarsamráðingar er tað, sum borgarin selur sína arbeiðskraft fyri. Tey sum tjena nógv, rinda mest í krónum og prosentum og tey, sum tjena minst, rinda minni í krónum og prosentum.
Nøkur eru tey sum halda, at tey rinda ov nógv til landshúsarhaldið, men onnur viðurkenna og hava ta hugsan, at við at gjalda til ein felags kassa, so eru vit við til at fáa munagóðar tænastur frá tí almenna, bæði til teirra sum ikki hava møguleika at gjalda sjálvi, hava tørv fyri tí og annars til onnur samfelagsgagnlig áhugamál
Og sjálvandi skulu øll rinda skatt...
Vit menniskju hava tíverri tann óvana, sjálvskaptur ella ikki, at vit hugsa fyrst og fremst um okkara egna bjølg. Hvat kunnu vit fáa burturúr hesum og hasum. Tað sum loypir av skal heldur ikki gevast til onnur. Tað skal setast inn á bankabók, koyrast í boksina, til tað ikki er etandi ella leggjast upp á ovasta loft.
Nýggja løgtingið og landsstýrið hevur nú havt nakrar fáar arbeiðsdagar. Tey hava sett sær fyri at umsita hetta samfelagið næstu fýra árini til gagns fyri borgaran, bæði til teirra sum onki tjena, til teirra sum tjena upptil 170 tús. kr. og til teirra sum tjena oman fyri 170 tús kr. Tað hevur ikki so stóran týdning, um súpanin er tunn, bara bollarnir kunnu metta fólkið.
Lat okkum gevast við at fokusera uppá viðurskifti, sum kunnu skapa politiska og samfelagsligan óstabilitet. Lat pressuna arbeiða objektivt, og lat okkum borgarar sjálvar taka støðu til samfelagsligu viðurskiftini og hvørja lagnu tey eiga at fáa.
Vit hava valt eitt løgting, har 32 borgarar eru settir til at taka avgerðir okkara vegna. Partur av hesum løgtingi hevur, sum siðvenja og regla er, valt løgmann og landsstýri sína vegna at standa fyri tí dagliga rakstrinum. Arbeiðsdagarnir eru enn fáir og tí er nakað tíðliga at krevja at eitt heilt fýra ára skeið skal eftirmetast longu nú.
Hvørja lagnu ein komandi fíggjarlóg fær, og hvussu nógvir pengar skulu brúkast at reka samfelagið fyri, og hvussu tað fer at hildnast at krevja skatt og aðrar inntøkur inn, mugu vit bíða eftir til tann tíð kemur. Hvør steinur í slíkari viðgerð verður endavendur, og hvør maðkapirra verður vigað. Tá verður spurningur settur, skal hon etast ella skal hon liva?