Í gjár frættu vit um eitt innbrot og stuldur, sum hevði verið í einum sethúsum í miðbýnum í Havn dagin fyri.
Brotið varð inn eftir rúsdrekka.
Løgreglan segði, at talan var ikki um smáar nøgdir av víni og brennivíni, sum tó meginparturin var komið afturíaftur.
Seinni sama kvøld handtók løgreglan tveir persónar í málinum.
Í gjár varð annar teirra førdur fram í rættinum, og í morgun visti løgreglan at siga um dómin, sum er á tilsamans sjey mánaðir.
- Tveir mánaðir fyri umrødda innbrot og stuldur, og síðan er restin fyri onnur viðurskifti, sum hetta brotsverkið útloysti.
Vaktleiðarin legði aftrat, at tá pláss verður, noyðist persónurin inn at sita dómin, sum er treytaleysur, av sær.