Skal kosta at koyra við píkum

Stendur tað til Umhvørvisstovuna, skal tað í framtíðini kosta, um tú velur at koyra við píkadekkum - Endamálið við einum píkaavgjaldið er at fáa fólk at lata vera við at koyra óneyðugt við píkum. Tá verða tað einans tey, sum hava serligan tørv, sum koyra við píkum.

- Tað skilagóða við einum slíkum píkaavgjaldi hevði verið, at tað eru tey, sum nýta píkadekk, sum gjalda fyri óneyðuga vegaslitið og øktu útreiðslurnar hjá heilsuverkinum.

- Tí tekur Umhvørvisstovan undir við at seta í gildið eitt serligt nýtslugjald fyri píkadekk, verður skrivað á heimasíðuni hjá stovninum.

Bilar, sum koyra við píkadekkum, slíta vegirnar. Vegstøvið dálkar luftina og er skaðiligt hjá fólki at anda í seg. Kanningar vísa, at neyðugt er at minka nøgdina av partiklum í luftini so nógv sum gjørligt, tí sjálvt smáar nøgdir av partiklum í luftini hava skaðiliga ávirkan á heilsu okkara.