Skal Kringvarpið einskiljast ella ikki

Í morgin fer Løgtingið at umrøða spurningin um at einskilja Kringvarpið


Skal Kringvarpið einskiljast ella ikki?

Tað er ein spurningur, sum fer at verða umrøddur í Løgtinginum í morgin.

 Á landsfundi hjá Miðflokkinum leygardagin, staðfesti Karsten Hansen, landsstýrismaður, at landsstýrið hevði samtykt at kanna møguleikarnar fyri at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpinum – í fyrstu syftu.

 

Og nú vil Rigmor Dam hava av vita frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, um tað er satt ella ósatt, at landsstýrið hevur heitt á hann um at kanna møguleikarnar fyri at einskilja upp í 50 prosent av Kringvarpinum.

 

Hon vil eisini hava at vita um semja er í landsstýrinum um, at partar av virkseminum hjá Kringvarpi Føroya skal á privatar hendur og um Bjørn Kalsø tekur undir við hesum.

 

Tað er páhaldið hjá Rigmor Dam, at ein partur av samgonguni ynskir Kringvarpið har piparið grør.

 

Verður bróðurparturin av Kringvarpinum einskildur, hava tær kreftir, sum miðvíst virka fyri niðurlaðing av okkara fólkaræðisligu stovnum og siðvenjum, vunnið, heldur hon. 

 

Hon sigur, at frælsa pressan heldur eygað við myndugleikunum.

 

- Verður valdið ikki eygleitt, kann tað slíta seg leyst og virka til egið gagn. Tá er vandi fyri, at rotinskapur seyrar niður gjøgnum skipanina, úr erva og út til borgaran, sum smittandi pest, har álitið á skipanina og savningarmegin hvørvur, sigur Rigmor Dam.