Skal land og fólk pínast niður, áðrenn nakað nýtt virksemið sær dagsins ljós?

    

Finnleif Guttesen,
Tvøroyri
?????????????????


Hesin tanki sýnist at vera frammarlaga hjá fleiri politikarum, búskaparfrøðingum og øðrum við.
Hví hevur so lítið nýtt virksemið, hjá vinnuni og landið, vunnið frama tey seinastu 6-8 árini, har at kalla øll viðurskifti hava verið jalig og inntøkan hevur verði góð?
Hetta er kanska ikki so ringt at skilja. Hví gera broytingar, tá ið tað gongur væl? Hví finna uppá nakað annað?
Nú eru útlitini daprari, og tá er løtan, at nakað má gerast. Við búskaparligu útlitinum, sum nú eru, vera krøv um broytingar bráðneyðug. Citat eftir grein hjá Kjartan Hoydal í Fregnum nr.7.2004.
Stjórin á Menningarstovuni sigur í Dimmu nr. 45, at nýhugsan skal til, - at tað er luturin hjá vinnuni, og at eingin stuðul skal latast. Gud viti, hvat vit skulu hava Menningarstovuna til, við so stirvnari hugsjón.
Við hugsjónunum hjá hesum báðum og øðrum við, so skal land og fólk pínast niður, áðrenn nakað nýtt virksemi kemur her á landið.
Hesir hava ikki stóra tiltrúgv til tað fólkið, sum býr á hesum klettum og teir politikarar, sum hava verði og eru valdir á ting. Men, hava teir kanska rætt í sínum mistreysti um politikarar og vinnulívsfólk, tá ið vit hyggja eftir hvussu lítið nýtt er komi av skafti tey seinastu 6 árini, sum hevur verði ein gulltíð í Føroyum? Eg vóni tað ikki.

Politikarin má ganga á odda
Politikarin er noyddur at ganga fremst og gera upp við gamlar tankar um, at alt er líka umráðandi.
Alt er umráðandi, ja, men fyri at koma víðari eru teir noyddir at satsa uppá umráðir, sum skal tryggja framtíðina hjá okkum øllum.
Um politikararnir ikki tora at taka møguleikan nú, uttan at tað er neyð og vesaladómur , so fáa vit eitt land uttan vøkstur og tá verður tað ein vanlukka fyri okkum øll.

Landið skal stuðla
Mær vitandi er tað ikki nógv landið stuðlar íverksetarum, hetta má broytast, so at landið stuðlar íverksetarum munandi og tað skal verða soleiðis, at sjálvt um ein fer á heysin, so skal tað verða lætt at byrja av nýggjum.
Við hesum hugburðinum fáa vit eina íverksetaramentan, sum stuðlar nýggjum og verandi íverksetarum, og harvið vøksturin í landinum við nýggjum og neyðugum vinnum.
Hesar reglur eru galdandi í nógvum londum rundan um okkum, frá Finnlandi til California, og hava haft nógv góð úrslit við sær t.d. Nokia í Finnlandi og kt- og biotek í California.

Tey goyma seg
Vit hava nógv gávaði fólk í Føroyum, tað er eingin ivi um tað, men tey goyma seg, tá tey hoyra frá øðrum við einum góðum hugskotið, hvussu tey hava runni frá Heródus til Pilatus fyri at fáa fígging.
Tí skal tað í byrjanini vera landið, sum letur munandi fígging. Landið skal ikki fíggja í ov langa tíð, áðrenn teir vanligu fíggingarstovnar og feløg taka yvir, men landið skal tora at missa nakað, tí tað vil verða smápengar samanborið við hvat kann vinnast, tá í rættar íløgur eru gjørdar.

Latum onnur koma framat
Tað er eingin orsøk til, at land og fólk skulu pínast niður, sum ávísir politikarar, búskaparfrøðingar og onnur halda, fyri at nýggjar vinnur skulu síggja dagsins ljós í Føroyum.
Nei, broyt heldur tey smáu kongadømini í tí almenna og privata sektorinum, skift fólk út og flyt tey í annað starv, hesi, sum hava siti alt ov leingi í sama starvið og tí ikki hava nakað nýtt at bjóða í verandi starvið.
Latum onnur koma framat, sum hava hugsjónir um, at sjálvsagt kunnu vit fáa nýggjar vinnur her á landið, bæði tá tað gongur gott og tá ið tað gongur illa.