- Skal mann klaga við einari hondgranat?

Eystari landsrættur staðfesti týsdagin ein dóm frá Føroya rætti, har ein maður varð dømdur 10 mánaðar fongsulsrevsing fyri brot á grein 266 og 119 í revsilógini.

Málini snúðu seg um eina røð av hendingum, har tann fyrsta var uttan fyri City Church í Havn.

Har hevði maðurin hótt við at brenna samkomuna niður, tí hann helt, at samkoman átti skyldina í, at barnaverndarmál fór at vera reist móti unnustu síni.

Maðurin hevði seinni eisini meldað tveir grannar fyri at hava framt harðskap móti unnustuni. Maðurin helt ikki, at løgreglan gjørdi nóg nógv við málið, og av tí sama ringdi hann eitt ótal av ferðum til løgregluna, har hann hótti bæði løgreglustøðina og tann løgreglumannin, ið hevði harðskapsmálið um hendi.

- Skal mann klaga við einari hondgranat, hevði maðurin sagt í einari samrøðu við løgregluna.

Maðurin var eisini dømdur fyri hóttanir og harðskap móti løgregluni, eftir at hann á kristi himmalfarðardegi varð handtikin í sambandi við húsaófrið á J. C. Svabosgøtu.

Meira er at lesa um málið í Vikuskiftissosialinum, ið er til keyps í handlum, og sum eisini kann lesast á netinum her.