Skal selja Sandoynna kring allan heim

Hósdagin í farnu viku byrjaði Fríðtór Debes í starvinum sum leiðari á kunningarstovuni á Sandi.
Hann sær nógvar møguleikar fyri ferðavinnuni í oynni – ikki minst tá Sandoyartunnilin gerst veruleiki.

- Allur heimurin eigur at fáa eyguni fyri tí, sum Sandoyggin hevur at bjóða fram!, sigur Fríðtór.
Hann hevði bert verið fáar tímar í sínum, tá hann fekk fyrstu forvitnisligu vitjanina.
Í samband við verkætlanina Søguslóðir vóru umboð fyri ferðavinnuna og tíðindatænastuna á vitjan á Sandi, har greitt varð frá hesi ætlanini við orðum og myndum.
Henda dagin varð eisini lagt fram eitt vakurt kort við øllum søguligum upplýsingum um oynna.
Hetta er eitt kærkomið amboð hjá nýggja kunningarleiðaranum at marknaðarføra Sandoynna sum ferðavinnuoyggj.
- Tað ræður bert um at fáa okkara image og so at fáa tað marknaðarført, sigur ein bjartskygdur Fríðtór Debes.
Hann hevur áður arbeitt sum sølumaður av vørum. Nú skal hann “selja” eina heila oyggj!

Søgumettað oyggj
Fríðtór er upprunaliga úr Skopun, og at hann nú gjørdist leiðari av Kunningarstovuni á Sandi, hevur sjálvandi sína frágreiðing.
Henda stovan hevur verið ómannað í eina tíð, og nú teir søktu eftir nýggjum leiðara, avgjørdi Fríðtór at søkja starvið. Og fekk tað!
- Eg helt at starvið ljóðaði spennandi. Og so kom eg jú eisini aftur til røturnar hjá mær.
- Samstundis síggi eg nógvar møguleikar fyri ferðavinnuni her í økinum, greiðir Fríðtór frá um søgumettaðu føðioyggj sína.
Fyrsta amboðið á hesi leiðini fekk hann longu sama dagin, hann var til arbeiðis: Tá varð nevniliga givið út eitt kort yvir øll tey søguligu støðini á Sandoy, Skúvoy og á Stóru Dímun.
- Ja, mín uppgáva verður heilt stutt at skipa soleiðis fyri, at ferðafólkini ikki steðga upp í høvuðsstaðnum ella norðanfyri.
- Sandoyggin hevur sera nógv at vísa fram. Eg skal tí gera mítt til, at hon verður meiri sjónlig, slær nýggi kunningarleiðarin fast.

Pening eftir í oynni
Tá vit prátaðu við nýggja kunningarleiðaran hósdagin, var hann illa nokk byrjaður í arbeiðinum.
Fríðtór hevur kortini sett sær nøkur mál fyri framman. Hann er nevniliga í teirri hepnu støðuni, at tað longu finnast skipað tiltøk og fleiri skipaðir túrar í og kring oynna.
- Eg fari nú at seta meg inn í øll hesi produktini. Og so verður mín uppgáva at útbyggja tey enn meiri.
- Uppgávan verður haraftrat at skipa soleiðis fyri at, peningur verður lagdur eftir í oynni, og so at fáa oyggjarfólkið at trúgva uppá at ferðavinnan ber til.

Tunnil um seks ár
Hóast oyggin er vøkur og nógv fólk vitja í Sandoy, er Fríðtór greiður um at tað eru viðurskifti, sum ikki eru nóg góð: Millum hesi eru møguleikarnar fyri gisting og eting.
- Ja, hetta eru nakrir av trupulleikunum innan ferðavinnuna. Men hinvegin, tað má bera til at fáa slíkt at bera seg.
Á Sandi er eitt hotell sum er opið við millumbilum, og í Skopun er ein matsøla, har ein kann keypa sær okkurt til matna. Í aðrar mátar er hetta ein mangulvøra í oynni.
- Okkurt má gerast her. Eingin ivi um tað. Um eini seks ár – kanska – verður koyrandi við tunli til Sandoy.
- Tá skuldi helst eitt hotell ella okkurt líknandi staðið onkustaðni her í oynni, sigur Fríðtór.
Í dag er møguleiki hjá fólki at leiga sær hús í fleiri av bygdunum, bæði til familjur og størri bólkar.
Nýggi kunningarleiðarin sær tað tí sum sína stóru uppgávu at fáa sandoyingar sjálvar at trúgva uppá at tað ber til at hava eina ferðavinnu her.
Ein av hesum møguleikum er tilboðið um Ból & Bita.

Eyka inntøkur
Fríðtór hevur sjálvur ferðast uttanlands og hann hevur tá lagt merki til, hvussu nógvir møguleikar eru fyri hesum í øðrum londum.
Hann hevur sæð hetta við Bed & Breakfast m.a. í Hetlandi og mongum øðrum støðum. Óansæð, hvar ein fór, sá ein smá skelti við hesum tilboðnum í góðum húsum.
- Eg royndi sjálvur henda møguleikan, og tað var bara fínasta slag. Eg haldi, at føroyingar gera alt ov lítið burtur úr hesum.
- Her kundi verið ein møguleiki fyri eini lítlari inntøku, til dømis hjá einum eldri pari.
- Jú, her er avgjørt okkurt at heinta, sigur Fríðtór.


Heimurin er okkara marknaður
Fyri Fríðtór er eingin ivi um, at ferðavinnan fer at hava stóran týdning fyri føroyska búskapin í framtíðini – ja, henda vinnan fer at verða eitt av stóru beinunum, sum Føroyar fara at standa á.
- Her eru óanaðir møguleikar, sum hann tekur til.
Um hugt verður eftir fiskivinnuni, so kann talan verða um góð ár ella um ring ár. Tá talan er um ferðavinnu í Føroyum er hon ikki ávirkað av slíkum viðurskiftum. Hon kann bara økjast!
- Hugsa vit veruliga um tað, er allur heimurin okkara marknaður. So er bert upp til okkum at fáa marknaðarført Sandoynna.
- Oyggin er óspilt, lægsta oyggin og so er hon eisini sera vøkur. Ja, tað ræður um at finna okkara egna image fram, og sum fólk vilja fáa lut í, sigur Fríðtór.