Skal verða lættari at fáa fatur á føroyskum mati

Forðingarnar fyri at fáa fatur á serføroyskum mati, skulu takast burtur

Tað skal vera lættari at fáa fatur á føroyskum mati.

Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum.

Og hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at taka upp.

 

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur spurt hann, hvat hann heldur um støðuna, har lógirnar eru so strangar, at tað er ringt at fáa fatur á serføroyskum mati.

 

Jacob Vestergaard umsitur ikki matvørulógina í Landsstýrinum. Men hann umsitur landbúnað og tí er hetta ein spurningur, hann ætlar at taka upp.

 

Hann heldur, at matvørulógin eigur at taka atlit at serføroyskum siðvenjum á landbúnaðarøkinum.

 

frá 1. Juni verður ikki longur loyvt at selja føroyskt seyðakjøt  og neykajøt í handlum, á matstovum, ella á torgum, uttan at tað er slaktað og virka í góðkendum sláturvirki.

- Hetta eigur framvegis at verða loyvt, heldur Jacob Vestergaard.

Hann ásannar, at tað krevur, at lógin verður broytt og tað er ein spurningur, hann ætlar sær at taka upp.

 

Hann heldur, at slíkar forðingar eru ikki ein gongd leið fyri føroyskan landbúnað.

Í hesum sambandi hevur millum annað verið víst á, at ein sporførisskipan kann tryggja brúkaranum fullan kunnleika um, hvør bóndi hevur umsitið hagan ella lendið, sum vøran er komin frá, eins og hvør hevur staðið fyri hagreiðing, goymslu og flutningi.

 

- Uppskotið um sporførisskipan hevur tó ikki vunnið fram enn, men eg ætli at geva uppskotinum nærri viðgerð, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann staðfestir, at tað eru onki, sum forðar okkum føroyingum í at hava okkara egnar reglur um føroyskar vørur, sum verða framleiddar og seldar í Føroyum.

- Hóast vit fylgja øllum útlendskum ásetingum í sambandi við útflutning, og í sambandi við innflutning, er hetta ikki eitt krav, at vørur, sum eru framleiddar í Føroyum skula lúka somu krøv, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Forðingar fyri at borðreiða siðbundnan føroyskan mat skulu vera so fáar sum til ber. Eru reglurnar ein forðing, fari eg at arbeiða fyri, at tær verða broyttar ella víðkaðar, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann sigur, at ein máti kundi verið at sett eina sporførisskipan í verk, umframt at gjørt aðrar tillagingar.