Gunnar Nielsen gjørdi um vikuskiftið leiguavtalu við Motherwell. Føroyingurin, sum hevur verið knýttur at Premier League-felagnum Blackburn seinasta árið, skal fram til 1. januar royna seg í skotskum fótbólti. Størsta avbjóðingin verður at vinna sætið frá Graeme Smith, sum hevur verið fyrsta val millum stengurnar seinastu árini.
Gera alt
Eitt av sereyðkennunum hjá málverjanum Gunnari Nielsen er fyrimyndarligi hugburðurin til spælið. Hann er altíð til reiðar at stríðast, og havnarmaðurin arbeiður miðvíst fram móti sínum málsetningi.
Og nú hann skal royna seg í skotskum fótbólti hevur hann sjálvandi sett sær eitt nýtt mál.
- Eg verði her fyribils í seks mánaðir, og eg fari at gera, eg eri mentur, fyri at sláa av Graeme Smith. Vónandi sleppi eg á liðið. Málið er somuleiðis at prógva meg sjálvan og at hjálpa felagnum, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Motherwell.
Kappingarneytin hjá føroyinginum er nú ikki hvør sum helst. Graeme Smith sat á beinkinum, tá føroyska landsliðið í august 2004 royndi seg ímóti Skotlandi. Hann er tó ikki skrásettur fyri nakran landsdyst. Smith hevur uppaldur í sigurvanda felagnum, Glasgow Rangers, og umvegis eina leiguavtalu í Ross County, skifti hann til Motherwell í 2005.
Góð uppliving
Gunnar Nielsen hevur lært av fleiri frægum málverjum. Í Frem hevði Jørgen Nielsen, fyrrverandi Liverpool-málverji, føroyingin undir hond, meðan royndi Brad Friedel hevur lagt honum lag á í Blackburn.
U21-landsliðsmálverjin gleðir seg til avbjóðingina í Motherwell.
- Eg havi vant saman við fleiri frálíkum málverjum á míni yrkisleið, bæði í Blackburn og landsliðshøpi. Eg eri vísur í, at tað verður ein góð uppliving at venja við Colin Meldrum og Graeme Smith, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Motherwell.
Tað er eyðvitað, at føroyingurin fyribils er komin til felagið sum eykamálverji. Hann var eisini á beinkinum, tá skotska kappingin byrjaði aftur um vikuskiftið.
Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fingið viðmerking hjá Gunnari Nielsen.