Tað endaði við 7-0 heimasigri undir Mýruhjalla, tá ið Skála í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.
Nú tað resta fimm umfør er Skála 12 stig og væl betri málmun frammanfyri B71, ið er einasta hóttanin, sum kann taka uppflytingina frá skálamonnum, um tað ber til at siga tað soleiðis.
Leygardagin fer Skála at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur, ið er á veg niður í 2. deild. Annan leygardag fær Skála vitjan av Víkingi, og tað kann væl vera, at skálamenn henda leygardagin 27. september, sum er tveir dagar undan mikkjalsmessu, fara at fegnast um, at teir aftur vera partur av bestu deildini, sum teir fyri einum ári síðani fluttu niður úr.
Hjá KÍ stendur verri til. Næstbesta liðið hjá klaksvíkingum er tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Leygardagin fara klaksvíkingar til Sands, og annan leygardag verður lyklauppgerð í botnstríðnum, tá ið NSÍ, sum er tvey stig aftanfyri KÍ, verður á heimavølli ímóti KÍ.
Í dag vóru klaksvíkingar óhepnir, tá ið teir beinanvegin gjørdu sjálvmál. Síðsta lítla korterið undan steðginum skoraði Skála tríggjar ferðir, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Bæði Simon Jørgensen og Martin Johansen skoraðu hattrikk. Simon Jørgensen er toppskjútti í 1. deild við 22 málum, og Martin Johansen er næstbesti málskjútti í deildini. Hann hevur skorað 20 mál.