Skála helmar ikki í

1. DEILD: Leygardagin vunnu skálamenn sætta sigurin á rað

Skálamenn eru av álvara í hopla, nú teir fyrireika seg at siga farvæl við næstbestu deildina fyri at flyta aftur í fremstu røð, sum teir í fjør fluttu niður úr.

Leygardagin vann Skála sætta dystin á rað. Í hesum seks dystunum, sum liðið hevur vunnið fulla úrtøku, er málmunurin 25-3.

Skála hevur vunnið næstbestu deildina, og leygardagin bóðu teir 2023 á heimavølli farvæl við 6-0 sigri ímóti teimum næstbestu hjá HB. Hálvleiksstøðan var 4-0.

Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur tað verið Carlos Ferreira, sum hevur skorað málini hjá skálamonnum. Hann er toppskjútti í 1. deild við 23 málum. Men ímóti HB var Carlos Ferreira ikki millum málskjúttarnar. Hann átti tó fleiri ferðir næstsíðsta fótin á.

Tað vóru seks ymiskir málskjúttar. Í 1. hálvleiki vóru teir Bjarti Thorleifsson, Marjus Nón, Jan Ingason Hansen og Andreas Egeberg Jacobsen. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at evnaríki Andreas Egeberg Jacobsen var málskjútti. Hann er fyri stuttum aftur farin av spæla, eftir at hann tað mesta av árinum hevur sitið uttanfyri, tí hann hevur verið álvarsliga skaddur í knænum. Eftir steðgin skoraðu Teitur Poulsen og Ervin Rasmussen, sum báðir vóru skiftir inn í seinna hálvleiki.

Í síðsta umfari fer Skála fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti grannunum í NSÍ. Felags fyri Skála og NSÍ er, at bæði feløgini í Runavíkar kommunu í 2024 fara at spæla í bestu deildini.

HB er og verður á áttanda plássi, og í síðsta umfari fer HB at spæla á heimavølli ímóti KÍ.