Í kvøld byrjar stevna á eystara armi á Skálafjørðinum.
Tað er NSÍ, sum skipar fyri Skálafjarðastevnuni, men felagið hevur boðið fimleikafelagnum Støkk, Forna og Høganesi at samstarva um stevnuna. Hetta verður gjørt fyri at gera stevnuna betri og feløgini meira sjónlig.
Støkk fer at hava fimleikaframsýning, og har fer Oyggjaleikalandsliðið at vera við. Skótarnir fara at hava teirra egna ískoyti á tivoliøkinum, sum fer at líkjast eini skótalegu.
NSÍ skipar sum vera man fyri fótbólti og kappróðri, umframt at kappsigling eisini verður. Men stevnuvertir og -gestir mugu vera FM-róður og 1. deildarfótbólt fyri uttan.
1. deildarliðið hjá NSÍ skal til Klaksvíkar at spæla sunnudagin, men stevnan fær hóast tað vitjan av klaksvíkingum, tí væl umtókti Countrybólkurin fer at spæla til dans í kvøld.
Leygarkvøldið kemur Terji Rasmussen á odda fyri Moirae til Runavíkar at spæla til dans í ítróttarhøllini.
Á tivoliøkinum fer mangt og hvat at henda. Hornorkestrið fer at spæla, Jógvan Ingvard Olsen fer at ghalda miðnáttarrøðuna leygarkvøldið og aftaná verður stórt fýrverk. Tíð verður eisini til skemt, og tað ber eisini til at royna eydnuna í stórum bamsutombola.